Tiltakið byrjar klokkan 17 við buffet og upphiting á stórskíggja, bæði í matstovuni og kaféini. Hóast tað eru limir í Liverpool Føroyar, sum skipa fyri tiltakinum, so er limaskapur ikki nøkur treyt fyri at sleppa inn til tiltakið.
Líknandi tiltak var í 2005, tá Liverpool seinast var í Champions League finaluni. Ta ferðina hugdu 250 fjepparar við, tá Liverpool vendi 0-3 til 3-3.
Til mikudagin hevur Liverpool felagið framleitt ein finalu t-shirt, sum kann keypast í samband við tiltakið, ella bíleggjast á heimasíðuni. Freistin fyri tilmelding er í morgin, týsdagin.