Liverpool keypt van Dijk

Virgil Van Dijk verður heimsins dýrasti verujspælari

Liverpool hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur keypt miðverjan, Virgil van Dijk, frá Southampton. Prísurin verður mettur at liggja um 630 milliónir krónur. Tað er nýtt met fyri ein verjuspælara.

 

Liverpool royndi longu í summar at keypa hollendska miðverjan, men tað endaði við, at Liverpool mátti senda ein umbering til Southampton, fyri at hava sett seg í samband við spælaran ólógliga, tí hann var sáttmálabundin í suðuronglandi.

 

Seinastu tíðina hevur eisini ljóðað, at Manchester City hevur víst óvanliga stóran áhuga fyri Virgil van Dijk. At kalla allir bretskir miðlar hava skrivað, at tað hevur verið ein kapping millum Liverpool og Manchester City um at keypa miðverjan.

 

Virgil van Dijk er 26 ára gamal og kemur úr Hollandi. Hann fekk sítt gjøgnumbrot í hollendska Groningen, áðrenn hann skifti til skotska Celtic, har hann millum annað var við til at vinna 5-0 á Motherwell við Gunnari Nielsen í málinum. Tað var í desembur í 2013. Í 2015 keypti Southampton miðverjan fyri beint fyri 100 milliónir krónur.

 

Virgil van Dijk skiftir til Liverpool 1. januar. Hann kann umboða Liverpool í Champions League og FA Cup, umframt Premier League.