Liverpool setir nøgluna í

Liverpool ger nú púra greitt, at hvørki Xabi Alonso ella Javier Mascherano eru til sølu. Hesir báðir spælararnir verða støðugt nevndir í sambandi við onnur feløg, men Liverpool ætlar sær ikki at selja teir. - Hóast nógvan slatur um Alonso og Mascherano hevur Liverpool einki boð fingið uppá hesar spælarar, og teir eru ikki til sølu, sigur Liverpool í einari almennari fráboðan.