Fríggjadagin tóktist púra vist, at Liverpool hevði keypt Nabil Fekir frá Lyon. Altjóða miðlar skriva, at franski landsliðsspælarin hevði valt nummar til troyggjuna, og gjørt samrøðu við sjónvarpsstøðina hjá Liverpool, tá læknakanningin steðgaði flytingini.
Nabil Fekir, sum er liðskipari hjá Lyon, hevur í summar verið settur í samband við Liverpool. Hann er sterkur á bóltinum og skuldi avloysa Philippe Coutinho, sum fór til FC Barcelona í vetur. Partarnir vóru samdir um prís og løn, tá umboð fyri Liverpool vóru í Lyon til læknakanning.
Altjóða miðlar sum L'Equipe og Liverpool Echo skriva, at læknakanningin vísti, at spælarin hevur møguligar trupulleikar við knænum. Hetta skal hava elvt til, at Liverpool vildi broyta treytirnar fyri gjaldingini av teimum næstan 500 milliónum krónunum, men at Lyon ikki vildi spæla við.
Tað er ógreitt, um Liverpool enn hevur eyguni eftir franska landsliðsspælaranum. Forsetin hjá Lyon, Jean-Michel Aulas, er tiltikin fyri at verða tvørur og duga væl at samráðast – og fáa mest í sín lut. Tíðindafólk við góðum keldum í Liverpool siga, at skiftið framvegis kann blíva veruleiki, men ikki fyrr enn eftir HM-endaspælið.
Higartil hevur Liverpool keypt Naby Keita og Fabinho, meðan Emre Can Jon Flanagan ikki halda fram í felagnum.