Liverpool misti seinnapartin eitt týðandi fet í royndini at fáa Manchester United aftur á stigatalvuni. Liðið var seinnapartin á vitjan hjá Middlesbrough, og heimaliðið vann 2-0. Xabi Alonso gjørdi sjálvmál eftir einum hálvum tíma, og Sanli Tuncay staðfesti sigurin, tá hann økti um leiðsluna eftir einum tíma.
Chelsea fekk sigursmálið í seinastu løtu, tá Wigan vitjaði á Stamford Bridge. John Terry legði heimaliðið á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men við átta minuttum eftir av vanligu leiktíðini javnaði Oliver Kapo fyri gestirnar. Men í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, tryggaði Frank Lampard sær og liðfeløgunum øll stigini. Harvið fór Chelsea framum Liverpool á stigatalvuni ? bæði liðini hava 55 stig.
Arsenal og Fulham spældu málleysan javnleik, og Tim Cahill og Louis Saha vóru málskjúttarnir, tá Everton vann á heimavølli móti West Bromwich Albion.
Manchester United hevur í løtuni 62 stig fyri 26 dystir. Chelsea og Liverpool hava leikt 27 dystir, og hava 55 stig hvør. Aston Villa er á fjórða plássi við 51 stigum fyri 26 dystir.
Úrslitini í Premier League í dag:
Everton ? West Bromwich Albion 2-0
Arsenal ? Fulham 0-0
Middlesbrough ? Liverpool 2-0
Chelsea ? Wigan Athletic 2-1