Teir báðir amerikansku eigarnir av Liverpool, Tom Hicks og Gerorg Gillett, keyptu felagið í 2007. Teir lovaðu gull og grønar skógir. Millum annað lovaðu teir á fyrsta tíðindafundinum sum eigarir av Liverpool, at byggja nýggjan leikvøll á Stanley Park. Tá skuldu tað bara ganga 60 dagar, til spakin bleiv settur í fyrstu ferð. Tað eru gott og væl 1.000 dagar síðani teir søgdu tað, og enn er ongin spaki settur í nakrastaðni. Eisini skuldi hópurin styrkjast og Liverpool skuldi enn eina ferð ganga á odda í enskum fótbólti.
- At hava átt fótbóltsfelagið Liverpool tey seinastu trý árini hevur verið ein gevandi og spennandi tíð fyri okkum og okkara familjur. Eftir at hava styrkt felagið so mikið, so hava vit í felag valt at selja Liverpool til eigarar, ið kunnu hjápla felagnum til at blíva enn størri og betri, siga Tom Hicks og George Gillett, ið einum tíðindaskrivi á Liverpool heimasíðuni.
Teir lovaðu eisini Liverpool viðhaldsfólkinum, at teir ikki skuldi seta Liverpool í skuld, men heldur ikki her megnaðu teir at halda orð sítt. Tom Hicks og Geroge Gillett hava ikki verið vælkomnir á Anfield seinastu tíðina. Millum annað hevur Liverpool fjeppara bólkurin, SOS(Spirit of Shankly) skipað fyri mótmælisgongum uttanfyri Anfield áðrenn fleiri heimadystir.
Tað verður mett, at Liverpool hevur eitt virði uppá eina góða hálva milliard sterling pund.