Fyrra hálva av fyrsta umfarinum í bólkaspælinum í Champions League hevur verið í kvøld. Navnframasti dysturin mundi vera á Anfield, har Liverpool vann 3-2 móti Paris Saint-Germain.
Les eisini: Lionel Messi í heimsflokki
Liverpool var eitt skifti á odda 2-0 við málum, sum Daniel Sturridge og James Milner skoraðu. Stutt seinni minkaði Thomas Meunier um munin. Sjey minuttir fyri tíð javnaði Kylian Mbappe, eftir at Liverpool annars hevði havt bóltin væl meiri.
Les eisini: Grundleggjandi broyting í Champions League
Roberto Firmino, sum byrjaði á bonkinum, kom inn í seinna hálvleiki. Hann avgjørdi dystin í yvirtíðini, tá hann úr høgru meddaði til lágt og flatt í handara síðunet. Hin dysturini bólki C endaði við javnleiki 0-0 millum Reyðu Stjørnu og Napoli.
Her eru úrslitini frá dystunum í kvøld. Í morgin verða dystirnir í bólki E,F,G og H.
Bólkur A:
Club Brugge - Borussia Dortmund 0-1
Monaco - Atletico Madrid 1-2
Bólkur B:
Barcelona - PSV Eindhoven 4-0
Inter Milan - Tottenham Hotspur 2-1
Bólkur C:
Reyða Stjørna – Napoli 0-0
Liverpool - Paris Saint Germain 3-2
Bólkur D:
Galatasaray - Lokomotiv Moscow 3-0
Schalke 04 – Porto 1-1