Lívið, dýra undur

Á framkomnu heilsuverkunum fer hvønn dag fram ein útveljing. Hetta er eingin loyna, og øll eru vitandi um hana. Útveljingin í verki kann einfalt gera av, hvat fostur fær lut í dýra undrinum, sum menniskjalívið er. Kanningar vísa, at í útveljingini sansar rættiliga skjótt at, tá ið talan er um fostur, ið bera brek.

 

 

 

Hvat er eitt menniskja

 

Spurningurin, hvat eitt menniskja er, verður viðgjørdur á mongum pallum, millum annað lívfrøðiliga, sálarfrøðiliga, samfelagsfrøðiliga, í heimspekini, ateistiskt, átrúnaðarliga, sosialt og etiskt. Á ymisku pallunum verður peikað á ymiskar hugsanir, staðfestingar, metingar og meiningar og grundgivið verður alt eftir, hvør pallurin er. 

 

Um vit svart hvítt velja tveir pallar, so verður á øðrum pallinum gjørdur munur á fostri og menniskja, har sjálv menningin hevur týdning, tí fostrið ikki er eitt menniskja fyrstu vikurnar. Á hinum pallinum er menniskjað til frá gitnaði við fullum DNA, sum longu er eitt heilt menniskja í vøkstri. 

 

Hvørjum palli vit so standa á, eru flest øll samd um, at líka frá gitnaði gerst hendan livandi veran, sum er íkomin við gitnaði, ikki til annað enn eitt menniskja, um veran fær frið at menna seg. Lítil mann ivin hjá foreldrum í 12. viku vera, um tey síggja lív á skíggjanum. Tí tá verður steðgað á, og fyri fyrstur ferð verður nýggja lívið eygleitt. 

 

Sama er galdandi fyri tey, ið bera brek. Ein livandi vera. Hvønn vit so eru samd við, hesum ella hasum, so gerst stóra avbjóðingin hesa løtuna í sjálvum virðinum, sett verður á livandi veruna og sjálvt lívið.

 

Ásetta virðið, sum veran fær, ávirkar beinleiðis sjálva útveljingina. Í veruleikanum verður einfalt gjørt av, hvørji lív fáa lut í dýra undrinum, sum menniskjalívið er.

 

 

 

Nøkur gera av

 

Tá ið vit vitvíst byrja at seta virði á livandi veruna, sum antin er ella gerst menniskja, gerast metingarnar litar av, hvør ger av. Tað kenna vit millum annað við hugtakinum ættarrøkt, eisini kallað eugenitikkur, sum er søguliga ræðumyndin av, hvussu avmarkað og einfalt menniskja kann gerast, tá ið veldst um hugburður til onnur menniskju.  

 

Vit hava sæð og upplivað fólkatýning, fólkamorð, álvarsamt spiralmál og tvungna sterilisering, sum eru brot á mannarættindi. Í Føroyum skulu vit ikki longur aftur enn í fyrra uppskotið um nýggja lóg um fosturtøku, tá ið orðið varð brúkt í viðmerkingum til lógartekstin. 

 

Orðið var eftir hoyringar lúkað úr. Tó er sannkenningin, at lættari er at lúka orðið úr viðmerkingunum, enn at lúka burtur avmarkandi hugburðin til fostur, sum víkja frá norminum.

 

Tí samstundis, sum vit taka frástøðu frá týning og í dag hava hug at breggja okkum av lítríka og fevnandi samfelagnum, geva vit okkum ikki stórvegis far um, hvussu avmarkaður hugburður okkara til fostur er. Og tað vísir seg, at betri heilsuverkini eru útbygd við alskyns tólum, jú torførari er tað fyri fostur at ogna sær lívið. Tí vit tola illa, at fostur víkja frá norminum. 

 

Ættarrøkt er í dag av góðum grundum skendsilsorð. Tó ber her til at samanbera útveljingina, sum er við til at skapa mismun við tí endamáli at týna tey, sum ikki hóska dagsins menniskjasýni. Søguliga eru mangar søgur um, hvussu nøkur hava tikið avgerð um, hvørji eru hóskandi – og hvørji tí eru óhóskandi. Her er talan bæði um fostur, men eisini um, hvør skal eiga rættin til at gerast foreldur.

 

 

 

Tølini tala

 

Lógin um fosturtøku gevur í dag loyvi til fosturtøku, og ein møgulig komandi lóg fer at geva aðrar møguleikar. Tí eiga vit at vera greiðari, tá ið vit tosa um, at vit sum samfelag skulu hava eitt so lágt fosturtøkutal sum gjørligt, og samstundis gera rúmliga samfelagið sjónligari. 

 

Eingi føroysk hagtøl eru fyri, hví fosturtøka verður vald. Í Danmark eru eingi tøl fyrstu vikurnar, tí tá er fosturtøka frí. Tó vísa hagtøl, at størsta orsøk til fosturtøku eftir 12. viku er, tí barnið ber brek. Hetta eigur at fáa okkum at hugsa um, hvussu støðan er og hevði verið í Føroyum. 

 

Í ‘Abortankenævnets årsberetning 2024’ stendur, at 665 av teimum 845 fosturtøkunum eftir 12. viku í Danmark vóru grundaðar á, at barnið bar álvarsligt likamligt ella sálarligt brek. Tað er 78,7% av samlaðu loyvunum, sum samráðið gav, og er hækkandi. Væl møguliga geva hesi tølini ábending um tølini, vit ikki hava.

 

Tøknin seinastu árini hevur gjørt tað lættari at eyðmerkja tey óføddu, sum bera brek. Og tá ið hesi oftari verða vald frá, ávirkar tað yvirskipað hugburð okkara til børn, ung og vaksin, sum bera brek – føddum sum óføddum. 

 

Í nøkrum londum eru børn við Down syndromi um at vera søga, og tað er bara eitt at syndromunum og øðrum brekum. Sum gongdin er í dag, fáa vit, sum bera brek, færri at spegla okkum í, og verða við tronga hugburðinum minni góðtikin. Eisini kann alt hetta tilsamans gera tað lættari fyri samfelagið við tíðini at grundgeva ímóti tillagingum av øllum slagi, tí minnilutabólkurin jú gerst minni og færri fáa brúk fyri tillagingum.

 

Víðari kann spurningurin jú gerast, hví vit, sum bera brek, ikki vórðu vald frá, tá ið foreldur okkara nú fingu møguleikan.

 

Hóast vit vita, at fólk, sum bera brek, í røttum umstøðum – eins og onnur – hava lív lagað, so er tað strukturar í samfelagshugsan og hugburði okkara, sum ávirka, og sum hugsa tað 'lættari' at taka avgerðina, áðrenn vit verða fødd. 

 

 

 

Møguliga rúmlig - enn

 

Føroyar eru landið við fæst fosturtøkum í Norðurlondum í árunum 2014-2023, sum mynd í Dimmalætting 10. mars 2025, vísti. Í bókini ’Abort – grundgevingar fyri rættinum at velja sjálv’ stendur, at soleiðis, sum vit brúka lógina í Føroyum í dag, er hetta arvaheilsufrøðiligi parturin, sum snýr seg um at váða fyri arvaligum sjúkum og brekum.

 

##med2##

 

Víðari stendur, at ’vit, sum breggja okkum av at vera rúmlig og tí eiga nógv fleiri børn enn grannalondini við til dømis Down syndromi, hava eina lóg, sum í roynd og veru er rættiliga lagalig, um mann ynskir abort, tí fostrið ber brek.’ Vit kunnu bara spyrja, hvat hetta sigur um Føroyar. Tí við verandi fosturtøkulóg, sum loyvir lógin fosturtøku vegna brek, og tó eru fosturtøkurnar fæst her. 

 

Kanska vísir hetta, at vit enn sum samfelag eru rúmligari í okkara menniskjaáskoðan og -fatan enn grannalond okkara, tí talið er lágt. Tó er hugvekjandi, hvussu góðtikin útveljingin á framkomnu heilsuverkunum er. Hetta er jú eingin loyna, og øll eru vitandi um hana. 

 

Og fá tala at. Helst tí kjakið, eins og í londunum kring okkum, sæst vera í stríð við kvinnurættindi og rættin til fosturtøku. Í øðrum londum duga nøkur tó at tvinna evnini saman, onkur kanning er gjørd, men ov fáa munagóð kjak eru - og enn hava vit ikki vágað kjakið.

 

Enn er tíð at taka hetta upp á mongu pallunum og eisini saman við mongu feløgunum, sum arbeiða við rættindum. Men, sum støðan er, gerast nakrir minnilutar bara minni, tí valt verður, hvat fostur, ið bera brek, fær lut í dýra undrinum, sum menniskjalívið er. 

 

Og tað undrar, at so fá tala at.

 

Tóra við Keldu