Lívið er eitt spæl

Ráðið fyri Ferðslutrygd, Bileftirlitið, Føroya Koyrilærarafelag og Bókadeild Føroya Lærarafelags hava tikið stig til at samstarva um útgávu av bókini »Lívið er eitt spæl«.

Bókin er upprunaliga norsk, men í týðingini er hon bæði staðførd og lagað til føroysk viðurskifti, og hesum hevur Sjúrður Gullbein staðið fyri. Skrivað bókina upprunaliga hevur Erling Pedersen.

»Lívið er eitt spæl« er ungdómsbók, sum í skaldsøguformi viðger avleiðingar, sum ferðsluvanlukkur kunnu hava við sær. Her verða evni havd á lofti, sum hava stóran týdning fyri ungdóm - eitt nú kærleiki, sum jú ikki altíð er so lættur at finna út av. Eisini verður komið inn á tráanina eftir ferð og spenningi og trongdina hjá ungum monnum at vísa seg fyri gentum. Men bókin er eisini um tað, at gerast vaksin og skula taka ábyrgd av egnum gerðum. Um sjálva søgugongdina kann verða sagt, at vit uppliva fyrst káta og trupulleikaleysa ungdómslívið, sum við eitt verður broytt, tann dagin vanlukkan hendir.

Høvuðspersónurin í bókini er Eyði - tað er hann, ið greiðir frá. Besti vinmaður hansara er Áki, og teir eru altíð saman. Áki hevur júst tikið koyrkort, so nú bert alt til. Men so kemur Lisa upp í leikin?


Endamálið við útgávuni er at geva koyrilærarum eitt amboð, sum kann gera tað lættari at koma í gongd við at viðgera menniskjaligu avleiðingarnar av ferðsluvanlukkum í koyriundirvísingini. Hóast bókin nemur við sera álvarslig og døpur evni, so er málbúnaðurin í bókini lættur og vælhýrdur og mangan ikki sørt skemtiligur - og tí er bókin løtt at lesa. Tá ið so næmingarnir hava lisið bókina, er so møguleiki at viðgera innihaldið. Til hetta endamál er gjørt eitt uppgávublað við spurningum og uppleggi til kjak.

Bókin verður, ókeypis, latin øllum ungdómi, sum tey næstu 3-4 árini fer at taka koyrikort, og tað vera koyrilærarar, sum lata hana út, tá ið fólk melda seg til koyriundirvísing hjá teimum. Sjálva høvuðsbókagoymsluna kemur Ferðslutrygd av hava um hendi.

Almenni útgávudagurin hjá bókini er fríggjadagin 29. januar 1998 og í hesum sambandi eru koyrilærarar bodnir á eitt skeið í hølunum hjá Ferðslutrygd Yviri við Strond 21, henda dag kl. 10.00, har kunnað verður um, hvussu bókin kann verða nýtt.

Bókin fæst til keyps í bókahandlunum, so tey, ið hava tikið koyrikortið, hava eisini høvi at ogna sær hesa sera viðkomandi bók. Stuðlað útgávuni hevur oljusamtakið Texaco-Conoco-Murphy, Suðuroyar Sparikassi, Norðoya Sparikassi og Norðurlendska Ráðharraráðið.