Lizzie í Mentanarhúsinum

Unga føroyska songkvinnan, Lizzie, sum liggur ovast donsku hittlistunum, verður at hoyra og síggja á palli í Fuglafirði komandi leygarkvøld Helst hava nógvir føroyingar glett seg at hoyra Lizzie, sum er rokin til tops í Danmark, á palli í Føroyum, og nú verður tað.

 

Komandi leygarkvøld verður hon at hoyra í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

 

Anna Elisabeth Berg . alias Lizzie - hevur klárað seg stak væl í Danmark, og ætlanin er at geva lagið ?Ramt i natten? út á enskum.

 

Eisini DJ Sleize vitjar í Mentanarhúsið leygarkvøldið, har bussar fara at koyra til, um nóg nógv tekna seg.