Allir andstøðuflokkar uttan Sjálvstýri løgdu í dag eitt misálit fram á løgmann. Formaðurin í Sjálvstýri sigur, at tey ikki vildu verða við at leggja uppskotið fram, tí tað er ein óskikkur at leggja misálit fram í tíð og ótíð. Tó fer flokkurin at taka undir við misálitinum.
Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, sigur, at tá ein meirluti í landsstýrismálanevndini er komin til eina niðurstøðu í einum máli, so eigur løgmaður at virða tað.
- Vit halda, at løgmaður hevur borið seg skeivt at og vilja við hesum markera tað, at vita taka ikki undir við framgangsmátanum.