Ljómur várkonsert í Vági og á Tvøroyri

Tíðindaskriv

KONRSERT

Sunnudagin, 23. mai, fer Kirkjukórið Ljómur undir leiðslu av Dorte Tilma at hava árligu várkonsertina á Tvøroyri kl.16.30 og í Vági kl.19.
Konsertirnar verða hildnar í samband við, at Ljómur og Vágs kirkja í ár hava 65 ár á baki. Á skránni vera føroyskir og danskir sálmar og sangir.
Tá ið kórið fyri stuttum var í Danmark og sang til Mikines-framsýning, smíðaði Pauli í Sandagerði lag til yrkingina ?Lendið? eftir Chr. Matras.
Í morgin verður høvi at hoyra hetta lag sungið fyrstu ferð í Føroyum.
Sum nakað nýtt fer eitt gentukór eisini at syngja á konsertunum.