Amerikanskir granskarar ávarða nú um, at nýtsla av elektriskum ljósi órógvar svøvnin fyri fleiri og fleiri menniskju.
Ein røð av kanningum vísa, at vantandi svøvnur kann elva til kroniskar heilsutrupulleikar, eitt nú hjartatrupulleikar, viknandi immunverju og sukursjúku.
Ábendingar eru eisini um, at vantandi svøvnur kann hava ávirkan á heilasjúkur sum eitt nú alzheimers.
- Ljós ávirkar okkara samdøgurrútmu meiri enn nakar heilivágur.
Tað skrivar ein av heimsins leiðandi granskarum innan samdøgurrútmu, Dr. Charles Czeisler, Harvard Medical School í Boston, USA.
Greinin kann lesast í viðurkenda vísindaliga tíðarritinum, Nature.
Ljós - ein orsøk
Granskarin vísir á, at nógvar ymiskar orsøkir eru til, at fólk ikki fáa nóg mikið av svøvni, men aftan fyri nógvar av hesum trupulleikum goymir seg ein avgerandi teknologisk orsøk - elektriska ljósið.
Sambært granskaranum órógvar elektriska ljósið, bæði frá perum, sjónvørpum og øðrum elektriskum tólum lívfrøðina í okkara samdøgurrútmu.