Ljósmastrar settar upp á Svangaskarði

Um einar tvær vikur lýsa ljós kring norðara vøllin á Svangaskarði.

 

Til seinasta dyst áðrenn summarsteðgin í Effodeildini í fjør varð nýggi graslíksvøllurin á Svangaskarði tikin í brúk. Síðani hevur verið arbeitt við at fáa ljós kring vøllin, og fyrst í hesum árinum var greitt, hvussu nýggju ljósini á Svangaskarði skuldu verða, so arbeiðið av álvara kundi byrja.

 

Útgrevsturin varð skjótt avgreiddur, káplar lagdir, og síðani vórðu fundamentini stoypt. Betongið hevur nú fingið ta tíð, ið skal til fyri at harðna, og nú verða mastrarnar settar upp.

 

Hetta veit heimasíðan hjá Fótbóltssambandi Føroya at siga.

 

Í fyrsta umfari eru 18 av teimum 34 lampunum, ið skulu verða kring vøllin, komnar til landið, meðan tær seinastu 16 koma fyrst í komandi mánaða.

 

Fýra mastrar verða við norðursíðuna, tvær mastrar við suðursíðuna, og síðani verða 10 lampur settar á húsið. Í hvørjari mastur verða fýra lampur.

 

Nýggju mastrarnar á Svangaskarði eru gjørdar soleiðis, at tær við eini hydraulikskipan uttan stórvegis arbeiði kunnu leggjast niður um veturin, ella tá veðurforsagnirnar siga frá nógvum vindi. Skipanin ger tað eisini lættari at viðlíkahalda ljósmastrarnar.

 

Arbeiðið at seta ljós upp kring norðara vøllin á Svangaskarði gongur so mikið væl, at væntandi lýsir við nýggja graslíkisvøllin um einar tvær vikur.