Ljóðar sum óhugnaligt skemt

Hetta mugu Karsten Hansen og Landssjúkrahúsið fáa í rættlag beinanvegin

 

Hetta má ljóðar sum óhugnaligt skemt og tað má fáast í rættlag beinanvegin.

Tað staðfestir Jenis av Rana, tingmaður  - og lækni.

Og tað, hann sipar til, er, at úti á Landssjúkrahúsinum stendur ein framkomin skannari, sum er eitt ógvuliga týdningarmikið amboð í royndunum at útgreina sjúkur av alskyns slagi.

 

Skannarin er ein gáva frá Tryggingini, og var eitt stórt frambrot ikki bara fyri sjúkugreining og viðgerð, men hann skuldi eisini spara nógvan pening, tí nú slapst undan at senda so nógvr sjúklingar av landinum til kanningar.

 

Men tað gekkst ikki sum ætlað, tí skannarin verður nevniliga bara brúktur tveir dagar um vikuna, onkuntíð tríggjar tímar um vikuna.

Í løgtinginum nú ein dagin vildi Høgni Hoydal, tingmaður, hava at vita frá Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, hvat hann ætlar at gera við málið.

 

Karsten Hansen sigur, at bíðitíðin at sleppa til skanning er tveir ella tveir og ein hálvur mánaði, men bráðmál verða tikin framum.

Skannarin verður bara brúktur 14-21 tímar um vikuna og orsøkin til tað er, at tað er trot á serfrøðingum at brúka skannaran, eitt nú fólki sum taka og lesa myndir.

Samstundis er talið á skanningum nógv vaksið seinastu árini.

 

Karsten Hansen sigur, at hann hevur tikið málið upp í landsstýrinum og ein máti er at senda fleiri mynir uttanlands at verða lisnar.

Men tað er eisini ein spurningur um krónur og oyru og játtanin til Landssjúkraúsið fylgir ikki við tørvinum.

 

Floksfelagið hansara, Jenis av Rana, sum eisini er formaður í Miðflokkinum  - og lækni, sigur, at tað ljóðar sum óhugnaligt skemt, at bíðitíðin skal vera so long at sleppa til skannaran.

Hann sigur, at mangla starvsfólk í Føroyum, má sama mannagongd brúkast her sum á øðrum økjum, nevniliga, at útlendskir serfrøðingar koma higar við jøvnum millumbili at skanna.

Tað er ein skipan sum virkar væl á øðrum økjum, so má sama manngongd brúkast viðvíkjandi skannaranum, tí "hetta líkist svarta ongum", sum hann málber seg.

 

Høgni Hoydal veit um fólk, sum hava bíðað enn longri eftir at sleppa í skannara og saman við fleiri tingfólkum, er hann av teirri áskoðan, at hetta má loysast beinanvegin.