Ljósfest í Vági í august

Frá Ljósfest 2021

13. august verður árligi mentanardagurin í Vági – Ljósfest. Eins og í fjør, so er dagurin samansettur av mentanarligum tiltøkum og tónleiki.

 

Heitið Ljósfest stavar heilt afturi frá 1921, tá vágbingar hátíðarhildu Ljósfest fyri Elverkinum í Botni og tað, at streymurin kom til Vágs. Í fjør var so Ljósfest aftur hildin til heiðurs fyri Elverkinum, sum tá bleiv 100 ár tann 18. juli 2021. Ljósfestin í fjør var ein samanrenning mentanarligum, søguligum og tónleikaligum tiltøkum.

 

Í ár skipar Vágs Kommuna aftur fyri Ljósfest – ein mentanardagur. Mentanardagurin verður leygardagin, 13. august, og hevur dagurin eina fjølbroytta skrá, sum byrjar klokkan 11.00. Úr skránni kann nevnast, at barnatiltak verður á pallinum í miðbýnum, listaframsýning verður í Miðlatúni og sølutorg við hondvirkaðum lutum verður í tjaldinum. Um kvøldið verður tónleikur á pallinum, skrivar vagur.fo.

 

 

 

Frá Ljósfest 2021