Øll eru kongar í Kongagøtu

Eitt gott hugskot gjørdist til eina risa verkætlan, sum nú er veruleiki. 160 av yngstu næmingunum í Kommunuskúlanum hava pallsett sangleikin »Hvør er kongur í Kongagøtu« í Norðurlandahúsinum

Talan er um imponerandi verk, nú nýggj­ur sangleikur er at síggja í Norður­landa­húsinum.
Leikarar eru næmingarnir í inn­skúl­ingini hjá Kommunuskúlanum – t.v.s. næmingarnir, sum ganga í 1. til 4. flokk.
Leikurin sjálvur tekur knappan tíma, men tímarnir, ið eru nýttir til fyrireiking eru nógvir í tali. Heilt nógvir.
– Hetta byrjaði sum eitt hugskot, sigur Ann-Mari av Skarði, sum er ein av lærarunum í Kongagøtu, og sum hev­ur verið eitt av oddafólkunum í verk­ætlanini.
– Sjálvandi hevur skúlin nakrar grund­setningar, sum skulu røkjast. Men vit ynsktu eisini at gera nakrar held­ur øðrvísi skúladagar, har tað ikki var lesing, rokning og bøkur, ið vóru á skránni.
– Ein sangleikur hildu vit vera eitt gott hugskot, og tað eydnaðist okkum eisini at fáa leiðsluna á skúlanum at taka undir við hugskotinum, sum vit sjálvi hildu vera framúr gott. Vit hava eisini ser­staka tónleikabreyt – Litir í leiki – og tað var upplagt, at teirra kunnleiki eisini varð nýttur í hesum. Men fyrst og fremst, so er hetta ein verkætlan, har enda­málið er at fevna um allar næm­ingar­nar í innskúlingini.
Men hetta er neyvan nakar vanligur skúlasjónleikur. Og tá framførslurnar eru í Norðurlandahúsinum, fær karm­urin illa verið størri?
– Tað er rætt, men tað var ikki júst hetta, sum vit høvdu í tonkunum, tá tað byrjaði. Hinvegin eru hølisviðurskiftini hjá okkum trupul, nú stórur partur av Kommunuskúlanum er fongdur við soppi. Tí máttu vit út at leita eftir hølum, og við framúr vælvild frá Norður­landa­húsinum eydnaðist at fáa hetta í rættlag.
– Og tað sigur seg sjálvt, at hetta eisini er eitt eyka skump til næm­ingar­nar. Tey kunnu veruliga kenna seg sum stjørnur í nakrar dagar, og fyri áhoyr­ar­ar­nar og onnur við er talan jú um fram­úr umstøður, sigur Ann-Mari.
Og so vísir hon samstundis á, at nógv er lagt fyri í royndunum at lyfta leikin á sama støði, sum umstøðurnar leggja upp til.
– Vit hava fingið Elin á Rógvi at leik­stjórna. Gunn R. Joensen hevur lagt koreografiina til rættis, og kórið er und­ir leiðslu av Leif Hansen. Við hesum hava vit eisini fingið serkøna hjálp til leik­in, og tað er avgjørt eisini nakað, sum gevur næmingunum nógv.

Skapa alt sjálvi
Leikurin sjálvur er nýggjur, men talan er tó ikki um nýggjar sangir, sum eru skriv­aðir til leikin. Heldur er talan um eitt breitt úrval innan føroyskan tón­leik. Og tó at allir sangirnir ikki ganga um sama evni, so er kortini ein reyður tráður at hóma ígjøgnum allan leikin.
Sjálvt heitið vísir til veruleikan um, at tað ofta er ein kongur í skúla­garð­inum, men hinvegin snýr leikurin seg eis­ini um, at øll eru góð á hvør sín hátt. Happ­ing, tíðartrotið í stressaða ger­andis­degnum, dreymar og forelskilsi eru eisini temu, ið nortið verður við, og so­leið­is fevnir leikurin í nógvar mátar um til­veruna hjá børnunum.
Tað er ikki soleiðis, at leikurin er ein samanhangandi søgugongd. Sangirnir eru sjálvandi berandi partur, men mill­um hesar verða replikkir nýttir til at lýsa ymsu evnini.
– Akkurát tað við replikkunum varð ein avbjóðing. Upprunaliga ætlaðu vit, at næmingarnir eisini skuldu framføra hetta sum sjónleik. Men nú pallurin er í Norðurlandahúsinum er hetta vónleyst. Børnini hava ongan møguleika at fáa røddina at røkka um allan salin, og tráðleysu headsett-mikrofonirnar eru ein rættiliga kostnaðarmikil tøkni, sum vit ikki settu okkum før fyri at brúka. Tí er júst tann parturin playback, har næmingarnir mima á pallinum, men í aðrar mátar er alt live-framførsla, sigur Ann-Mari.
Til partar av tónleikinum hava næm­ingarnir fingið hjálp frá 6. flokki, sum sjálvandi hevur sítt orkestur, men í aðrar mátar eru tað børnini í Kongagøtu, sum hava staðið fyri øllum. Sjálvandi hava lærararnir verið við, men næmingarnir eiga bæði pallsmíð, búnar og annað, sum skal til, tá ein slíkur leikur skal fram­førast. So talan hevur verið um eina velduga verkætlan, har øll hava átt sín stóra part.
– Ætlanin var, at allir næmingarnir skuldu við á pall eisini. Men vit hava altso við einar 160 næmingar at gera, og tá vilja tað altíð verða nøkur, sum slettis ikki hava hug. Og tað eru eisini tey, sum í størri mun tørva ein fastan struktur á skúladegnum. Okkara avbjóðing hevur so verið at taka hond um hesi eisini, og eg haldi tað hevur eydnast soleiðis, at øll eiga sín týðandi lut í leikinum, sigur Ann-Mari.

Tindurin rokkin leygardagin
Tað hevur sjálvandi kravt nógv av bæði lærarum og næmingum, nú tey seinastu vikurnar hava hugsað um sangleikin burturav. Skúlabøkurnar hava verið á hillini seinastu tvær vikurnar, og sein­astu vikuna hevur bygningurin í Konga­gøtu verið manntómur, meðan Norður­handahúsið hevur verið karmur um skúladagin.
– Hetta hevur riggað heilt væl. Mest sum hvør tann einasti av næmingunum hevur tikið serstakliga væl ímóti hug­skot­inum, og endaliga úrslitið ber boð um nakrar bæði dugnaligar og nær­lagdar næmingar, sigur Ann-Mari.
Tit hava í vikuni havt sýningar fyri barnagørðum, og leygardagin hava tit tvær sýningar fyri almenninginum. Tá tær eru av – er so alt liðugt á hesum sinni?
– Tað er tað á sín hátt. Og í øllum før­um byrjar vanliga skúlagongdin tá aftur.
Og hvussu fara næmingarnir so at taka ímóti tí veruleikanum?
– Tað veit eg sjálvandi ikki. Men eg eri púrasta vís í, at tey tá øll eru sera troytt, tí tað liggur eitt veldugt arbeiði í tí, sum nú verður framført á pallinum, sigur Ann-Mari av Skarði.

- - -

Sangirnir

Tíggju sangir eru í leikinum. Teir eru hesir
– í klombrum er nevnt, hvør eigur upprunaútgávuna.

Elinborg og Elisabeth Maria (Eivør Pálsdóttir)
Blómubilurin (Jensina Olsen)
Nógv at siga (Guðrið Hansdóttir)
Stjørnuskot (Plúmm)
Spilt tíð (Glóð)
Grønir menn frá Pluto (Kular røtur)
Sig tað nú (PopCorn)
Viðurkenning (Páll Finnur Páll)
EM’arin (Terji Rasmussen)
Her er løtan (4)

Almennu sýningarnar eru leygardagin klokkan 13.00
og 15.00. Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni
hjá Norðurlandahúsinum, www.nlh.fo