Øll eygu vend móti Hálsi

Seks dystir standa á skránni seinasta umfarið, men tað tykist bara vera tann eini, sum fólk tosa um. Gullbrakið á Hálsi

Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo

Seinasta umfarið í hondbóltskappingini stendur á skránni, og fyri spenningin kundi kappingin ikki lagað seg betri. Ein »Winner takes it all« dystur millum risarnar í føroyskum manshondbólti, har meistaraheitið verður avgjørt á seinasta leikdegi. Meira spennandi enn tað sama verður tað neyvan, og tí kann við gleði staðfestast, at HSF enn einaferð hevur havt eina hepna hond við tilrættisleggingini av landskappingini.

Einki er at ivast í, at talan verður um ein stúgvandi fulla høll, sum fer at gera sítt til, at karmarnir kring stórdystin verða í topp, og sum tað framgongur á næstu síðunum, so eru tað ikki bara áskoðararnir, sum bíða í spenningi.

Neistin spælir fyri møguleikanum

Men tað verða so eisini fimm aðrir dystir leiktir leygardagin, og fyri tey mest optimistisku Neista-fólkini kann ein teirra eisini fáa avgerandi týdning fyri, hvar meistaraheitið mansdeildini endar.

Neistin hevur nevnliga enn ein teoretiskan møguleika at taka gullið. Hetta um teir vinna við í minsta lagi 22 málum meira enn VÍF ? um teir vinna ? vinnur á Kyndli.

Og sum skilst, so ætlar Neistin sær eisini at spæla fyri hesum.

- So leingi vit hava møguleikan, so mugu vit royna, so vit leggja nógv fyri leygardagin. Men tað sigur seg tó sjálvt, at vónirnar kanska ikki eru tær bestu, vóru orðini, sum ein av leikarunum segði eftir venjingina hóskvøldið.

Seinasti dysturin leygardagin verður á Skála, har StÍF tekur móti KÍF. Á pappírinum hevur hesin dysturin lítið annað at siga, enn at KÍF kanska kann lyfta sær av niðasta sessinum, og við spælinum, sum StÍF hevur sýnt seinastu tíðina, so er hetta heldur ikki heilt óhugsandi. Hinvegin vil StÍF helst sleppa at enda kappingarárið á virðiligan hátt, so viðhaldsfólkini hóast alt fáa nakað at klappa at í seinasta dystinum.

Avgreiðslumál

Hjá kvinnunum varð gullið avgjørt fyri viku síðani, tá Stjørnan vann útidystin á VB, og leygardagin skulu tær so gera seg til reiðar at taka ímóti gullinum.

Tí er einki at ivast í, at talan verður um eina fullsetta KÍ-høll, sum fer at fagna lokalu stjørnunum, og heldur eingin ivi man vera um, at tær eisini vilja vinna hendan seinasta dystin.

Neistin hevur í sínum lagi heldur einki annað enn æruna at spæla fyri, og tí kann talan væl gerast um ein undirhaldandi dyst, har bæði liðini kunnu spæla púrasta frígjørt, og so verður kanska rúm fyri krási av onkrum slag til áskoðararnar.

Á Giljanesi skal VB reisa seg eftir vónbrotið seinasta vikuskiftið, og lítið er at ivast í, at hetta er nakað, sum liðið eigur at megna. Styrkismunurin niður til botnin hevur verið ovurstórur aftur í ár, og VB vil uttan iva eisini enda árið á rættan hátt.

Tað vilja kvinnurnar hjá VÍF helst eisini, tá tær vitja Kyndil í seinasta dystinum, og sum alt hevur lagað seg, so verður helst talan um nakað nógv fleiri áskoðarar, enn dysturin millum júst hesi liðini annars bendir á.

Orsøkin er sjálvandi eftirfylgjandi mansdysturin, og tí er lítið at ivast í, at vestmannakvinnurnar fara at leggja nógv fyri í royndunum at hita fjøldina upp, soleiðis at menninir kunnu fáa eitt flottari heiðursmerki enn bronsuna, sum kvinnurnar fáa handaða eftir dystin.

Myndatxt
Kyndil-VÍF í manshondbólti. Tað tykist vera tað, sum alt snýr seg um seinasta umfarið, tó at seks aðrir dystir eisini eru á skránni