Tað eru ikki bara suðuroyingar, ið fara norður um Suðuroyarfjørð at halda ólavsøku. Nógvir norðoyingar eru komnir til Suðuroy at halda frí, nú ólavsøka er Kunningarstovan á Tvøroyri sigur við Suðuroyarportalin, at sjáldsama nógv fremmandafólk eru í oynni hesa ólavsøkuna.
Telefonin hevur ringt út í eitt á Kunningarstovuni seinastu dagarnar, har fólk spyrja eftir húsum at leiga í nakrar dagar. Ofta eru tað fólk úr miðstaðarøkinum, ið hava ringt. Afturat ferðafólkum, bæði føroyskum og útlendskum, eru onkur brúdleyp í oynni.
- Hetta man vera av tí mesta, ið hevur verið av vitjandi, sigur Kunningarstovan.