Øll kommunan fegnast um uppisjóvarætlanina

Ætlaninar um nýtt uppisjóvarvirki á Tvøroyri snúgva seg um, at verandi fiskavirki á havnalagnum, sum Delta Seafood eigur í dag, verður útbygt í báðum endum, eins og virkið annars verður umbygt til uppisjóvarvirki. Neyðugt er eisini við nýggjum bryggjukanti við eystara enda á virkinum, sum hevur eitt dýpi á 12 metrar

TVØROYRI

Borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen, fegnast stórliga um uppisjóvarætlaninar á Tvøroyri, nú tað er greitt, at Varðin í Gøtu, sum eigur fleiri uppisjóvarskip og Delta Seafood á Tvøroyri, alment hava kunngjørt, at feløgini fara undir at byggja eitt uppisjóvarvirki á Tvøroyri.
- Jú, vit í býráðnum eru ógvuliga fegin um hesa verkætlan, og eg ivist onga løtu í, at tað eru øll í kommununi eisini. Her úti á bryggjuni og rundan um fiskavirki hevur verið steindeytt við fiskaarbeiði í eini 2-3 ár, síðan flakavirkið læt aftur. Hetta var okkara lívsæðr, sum nú hevur ligið uttan virksemi í so lang tíð, sigur borgarstjórin, sum annars fegnast um alt tað virksemi, sum Delta Seafood skapar á Tvøroyri og í Suðuroy sum heild.

Størri dýpi
Kristin Michelsen vísir á, at uppisjóvarætlaninar á Tvøroyri hava ligið í kortunum í eina tíð, og í hesum sambandi hevur kommunan eisini verið kunnað um gongdina, eins og kommunan í sambandi uppíbygging av verandi fiskavirki og gerð av nýggjum bryggjukanti eisini hevur verið partur av málinum.
- Tað, sum verkætlanin snýr seg um, er, at verandi fiskavirki verður uppíbygt í báðum endum, eins og nýggjur bryggjukantur skal gerast við eystara enda av virkinum. Neyðugt er við atløgusíðu, sum hevur 12 metra dýpi, tá uppisjóvarskipini koma inn at landa.
Spurdur, hvør skal byggja henda bryggjukant, sigur borgarstjórin í stuttum, at kommunan kemur við teirri orku, sum hon hevur.
- Vit hava eisini kannað møguleikarnar, hvar eitt nú grót kann fáast til bygging av bryggjukantinum, leggur Kristin Michelsen aftrat.
Hann vísir á, at bæði hvat viðvíkur uppíbygging av verandi fiskavirki og neyðuga bryggjukantinum, hevur kommunan syrgt fyri, at tey prinsipiellu loyvini eru í lagi.

Varðin vælkomin
Kristin Michelsen ynskir teimum, sum standa aftan fyri Varðan í Gøtu, vælkomnum til Tvøroyrar.
- Hetta eru undangongumenn á uppisjóvarøkinum, og vit hava stórt álit á hesum monnum og tí virksemi, sum teir saman við Delta Seafood kunnu skapa her á Tvøroyri, sigur ein fegin borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu.