Felagsskapurin S.A.A. í Íslandi hevur í ár 20 ár á baki, og í tí sambandinum verður stór ráðstevna í Reykjavík 16. til 18. oktoober um rúsdrekka og onnur rúsevni.
Rástevnan er opin fyri øllum áhugaðum, og evnini verða viðgjørd á ymsan hátt.
Fleiri av heimsins fremstu serfrøðingum í viðgerð av alkoholikarum og rúsevnisnýtarum og fyribyrging verða við á ráðstevnuni, har teir fara at halda fyrilestrar og greiða frá. Frágreiðingar og orðaskifti verða um serliga viðgerðarháttin í Íslandi, og løgd verða eisini fram úrslit av kanningum og hagtøl. Fleiri altjóða serfrøðingar vilja vera við, at einki land er komið so langt sum Ísland, tá ræður um at viðgera alkoholikarar og rúsevnisnýtarar.
Ráðstevnan verður á Hotel Loftleiðir í Reykjavík, og sum nevnt kunnu øll áhugað luttaka, ráðgevarar, viðgerðarar, sosiologar, psykologar, teologar, sjúkrasystrar, læknar og aðrir yrkisbólkar, sum arbeiða beinleiðis við misnýtarum ella í tí fyribyrgjandi arbeiðinum. Politikarar eru eisini vælkomnir á ráðstevnuna við luttakarum úr øllum norðurlondum, úr londum á meginlandinum og úr USA og Kanada.
Fyrilestahaldararnir verða úr ymiskum londum. Fleiri íslendskir serfrøðingar av ymsum slag fara at greiða frá royndinum við íslendska viðgerðarmátanum, og hvussu hann er mentur hesi 20 árini.
Tað verða bæði meira almennir fyrilestrar, sum venda sær til fjøldina, og fyrilestrar ætlaðir fakfólki av ysmum slag.
Tað ber til at verða á allari ráðstevnuni ella bara pørtum av henni. Virtað verður á viðgerðarstovnunum hjá SAA.
Á hesi ráðstvenuni verður frálíkt høvi at hitta serfrøðingar og onnur frá londunum báðu megin Atlantshavið, viðvíkjandi viðgerð og vitan um rúsevnismisnýtslu og -misnýtarar.
Meira fæst at vita um ráðstvenuna við at ringja til Thorarinn Tyrfingsson, viðgerðarstovuleiðara, tlf. +354 567 6633.
Heimasíðan hjá SAA á Internetinum: is/saa. Netadressa: saa this.is.
SAA
SAA viðger teir flestu rúsdrekka- og rúsevnismisnýtararar í Íslandi. SAA varð stovnað í oktober 1977. SAA hevur eitt sjúkrahús (avrúsing og viðgerð), tvær klinikkir, tvey eftirviðgerðarheim og frítíðarhøli. Starvsfólkini eru yvir 100 í tali, fleiri enn 2000 fólk verða inløgd um árið, og umleið 24.000 vitja klinikkirnar. Hvørt ár koma yvir 100 fólk á kanningarvirjan hjá SAA úr øðrum londum, tey flestu úr Skandinaviu og USA.