Øll landsliðini á venjingarlegu

Fótbóltur: Allir unglingalandsliðsspælararnir fara leygardagin á Svangaskarð at síggja landsdyst

Fótbóltsárið er um at koma í hæddina, og fyrstu altjóða uppgávurnar standa fyri durunum. Allan Simonsen hevur sett sínum monnum stevnu í morgin fyrrapartin, og seinnapartin í gjár vistu teir í FSF ikki um annað, enn at allir spælararnir eru tøkir.

Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen komu til Klaksvíkar longu mánadagin, og Julian Johnsson skuldi koma við flogfarinum í gjár. Teir báðir útisetarnir í Íslandi skuldu koma til Føroya seinnapartin í dag. Teir skuldu spæla heima á Ólafsfirði í gjárkvøldið, og eftir dystin skuldu teir fara av Norðurlandinum og suður til Reykjavíkar, og fyrrapartin í dag skulu teir við flogfarið til Keypmannahavnar og so sennapartin í dag heim við flogfarinum hjá Atlantsflog.

Dystirnir móti Skotlandi og Bosnia-Hersegovina eru teir, sum mest verður tosað og skrivað um. Men framtíðar avrikini í altjóða fótbólti eru tengd at, hvussu tað gongst at seta við, og skulu vit meta út frá virkseminum hjá yngru landsliðunum hesa vikuna, so stendur ikki so illa til.


U-16 dreingir

Í gjár sendi venjarin hjá U-16 landsliðnum, Mathias Davidsen boð eftir teimum spælarunum, sum hann vil hava at møta í skúlanum i Runavík, har teir skulu halda til, leygardagin klokkan 10.45. Venjingarlegan verður til sunnudagin klokkan 13.15.

Spælararnir, sum hava fingið boð, eru Símun Joensen, Hjallgrím Elttør, Kristian á Lakjuni, Dánjal Kjærbo og Atli Danielsen, KÍ, Vagnur M. Mortensen, Jón Rói Jacobsen, Rani D. Christiansen, Bjarni Jørgensen og Gutti Harryson, HB, Sámal Blak, Sólbjørn Olsen og Poul Næs Joensen, B36, Heini Jacobsen og Kári í Lágabø, VB, Fróði Jóannesarson, Áki M. Leitisstein Hansen, Bárður Kjeld og John Andersen, NSÍ, Jann Ingi Petersen, B68, Arnhold Berg, Skála, Sámal J. Ørvarodd og Jákup O. Thomassen, FS Vágar.


U-14 dreingir

Í gjár sendi venjarin hjá U-14 landsliðnum, Bill Jacobsen, boð eftir teimum spælarunum, sum hann vil hava at møta í skúlanum í Runavík somu tíð leygarmorgunin, sum U-16 dreingirnir møta.

Spælararnir eru Eli Thorsteinsson, Árnbjørn Hansen, Svenn Dam Jacobsen, Gunnar Nielsen, Rókur F. Jespersen, Páll M. Joensen, Jóhan E. Mouritsen og Emil N. Leivsson, HB, Bergur Midjord, Ingi Højsted, Hallur Sørensen og Bogi Hermansen, B36, Tummas Pauli Olsen, B71, Jóhan P. á Stongum, SÍ, Kristian A. Andreasen og Fróði Jensen, B68, Marni Djurhuus og Búgvi Østerø, EB, Jústines R. Hansen og Petur Olaf Herason, NSÍ, Magnus Skoralíð, Sølvi Vatnhamar og Sverri Jacobsen, GÍ, Hans Thorleifsson og Bárður Danielsen, Skála, Símun Samuelsen, og Eyðfinn Ludvig, VB, Allan Smedemark og Pól Eli Bærentsen, TB, Karl Lisberg, Sumba og Hilmar Sveinbjørnsson, Royn.


U-18 kvinnur

Álvur Hansen er aftur í ár venjari hjá U-18 kvinnunum, og í sambandi við venjingarleguna komandi vikuskifti lat hann eisini frætta frá sær í gjár.

Spælararnir, sum fáa boð frá Álvuri Hansen, eru hesir: Linda Kjærbo, Halltóra Joensen, Guðrið Mortensen, Diana Dahl og Annika Poulsen, VB, Ata Høgnadóttir, Silja á Borg, Maria Johnsson, Eyðvør Thomsen, Vivian Thorleifsson og Fríða Petersen, HB, Anja Weihe, B36, Irdi Hansen og Lív Hansen, NSÍ, Anna Malena Højgaard og Súsanna Hansen, B68, Heidi Jacobsen, Hansa Mikkelsen, Poula Gregersen og Anna Kristina Joensen, GÍ, Elin Højsted og Janett Clementsen, B71, Birgit Thomsen, Berlina Sólsker og Allelisa Justesen, KÍ, Hallgerð Højgaard, LÍF, Poula Olsen og Elin Jacobsen, Skála.


Skráin

U-16 og U-14 dreingirnir skulu halda til í skúlanum í Runavík, og kvinnurnar skulu halda til á Toftum, men tær skulu møta í Gøtu leygarmorgunin.

Leygardagin klokkan ellivu skulu U-16 dreingirnir venja í Runavík og U-14 dreingirnir á Toftum. Leygarkvøldið skulu bæði liðini venja í Runavík.

U-18 kvinnurnar skulu venja í Gøtu fyrrapartin leygardagin, og leygarkvøldið skulu tær venja á Toftum.

Sunnumorgunin verður vant á somu støðum sum leygarkvøldið.

Seinnpartin leygardagin fara øll, sum skulu á venjingarlegu, á Svangaskarð at síggja landsliðið spæla móti Skotlandi.