Øll málsøki skulu yvirtakast áðrenn 2015

Jørgen Niclasen lovaði ein harðan pakka við bleytum innihaldi, tá hann legði valskrá Fólkafloksins fram á tíðindafundi týsmorgunin. Mál floksins er m.a. at yvirtaka øll málsøki áðrenn 2015, at seta á stovn føroyskt uttanríkisráð og at lækka vinnuskattin niður í 10 prosent

Fólkaflokkinum dámar væl at sita í Tinganesi, og hann hevur nú sitið í samgongu seinastu 12 árini uttan steðg. Flokkurin hevur luttikið í fýra ymsum samgongum saman við borgarligum og vinstravendum, fullveldis- og sambandsfólki, religiøsum og sekulerum. Lykilin til komandi samgongu skal eftir øllum sólarmerkjum at døma finnast í Fólkaflokkinum.


Elddópur formansins

Nýggi formaðurin fær nú sín elddóp, tá hann skal leiða flokkin í einum løgtingsvali og undir komandi samgongusamráðingum. Anfinn Kallsberg var ikki at síggja, tá Jørgin legði fram skránna hjá teimum grønu.

Eitt av trimum hjartamálum floksins er sjálvbjargni, og konkreta ætlanin er at hava yvirtikið øll málsøkir í seinasta lagi 2015. 21 málsøkir eru eftir at yvirtaka, og tey skulu yvirtakast sambært yvirtøkulógini. Tá hesi málsøki eru yvirtikin skal Føroya fólk til eina fólkaatkvøðu um ríkisrættarligu støðuna.

Jørgen Niclasen sigur víðari, at flokkurin fer at arbeiða fyri einari breiðari búskaparligari semju, sum skal slóða fyri, at Føroyar gerast fíggjarliga sjálvbjargnar í 2015. Hetta bendir á, at Fólkaflokkurin aftur fer at leggja størri dent á kósina, sum skal gera Føroyar minni heftar at pengum úr danska ríkiskassanum.

Spurningurin er, hvat samgongupartnarin á lista B fer at siga til hesa kósina, men Jørgen Niclasen vísti í hesum sambandi á, at løgmaður hevur róð framundir, at Føroyar skulu blíva fíggjarliga sjálvbjargnar í longdini, og Magni Laksáfoss hevur enntá sagt, at blokkurin kann undir ávísum umstøðum hava eina negativa ávirkan á føroyska búskapin.

Eitt annað mál hjá flokkinum á hesum økinum er at seta á stovn eitt uttanríkisráð við landsstýrismanni.


Skattapolitikkur

Eingin ivi er um, at Fólkaflokkurin er fegin um teir skattalættar, sum verandi samgonga hevur framt. Sambært teimum garvaðu fólkafloksmonnunum er hetta grundarlagið undir tí búskaparvøkstri, sum vit hava havt í Føroyum seinastu árini.

At føra ein borgarligan skattapolitikk er eisini eitt av teimum primeru málunum, sum Fólkaflokkurin fer at royna at fremja í komandi valskeiði, og vinnuskatturin skal lækkast niður í 10 prosent.

Partafelagsskattin hevur Fólkaflokkurin lagt stóran dent á at lækka seinastu mongu árini saman við ymsum samstarsvfeløgum í tinginum. Hetta er eftir øllum at døma eitt mál, sum flokkurin fer at leggja stóran dent á í komandi samgongusamráðingum.

- Vit fara framhaldandi at arbeiða fyri, at skattatrýstið støðugt linkar, soleiðis at tann einstaki fær meira rásarúm at stýra egnum viðurskiftum, segði Jørgen Niclasen.

Uppskriftin hjá Fólkaflokkinum at tryggja framhaldandi búskaparvøkstur er skattalættar og at tryggja føroyska vinnulívinum atgongd til útlendska arbeiðsmegi.

- Vit vilja fegin geva arbeiðsmegi úr ES-londum loyvi at koma til Føroya at arbeiða, men tað er umráðandi, at útlendingar koma til Føroya at taka arbeiðspláss, sum frammanundan ikki kunnu mannast í Føroyum. Tá vit so aftur uppliva niðurgongd, kann hendan arbeiðsmegin finna annað arbeiði í ES-londum, segði Jørgen Niclasen.

Á tí kommunala økinum fer Fólkaflokkurin at virka fyri leggja eldraøkið og fólkaskúlan út til kommunurnar at umsita, og at størri kommunalar eindir skulu tryggja, at borgarin framvegis fær eins góða tænastu. Flokkurin vil tó ikki leggja kommunur saman við lóg, men at leggja hesi øki út skal tvinga kommunur at leggja saman ella at samstarva.


Eingin útgreinað fíggjarætlan

Hóast Fólkaflokkurin legði fram eina langa valskrá við nógum vallyftum, sum ikki verða endurgivin her í fullari longd, so hevði flokkurin onga fíggjarætlan, sum útgreinar, hvussu vallyftini skulu fíggjast. Hetta hava hinir flokkarnir heldur ikki gjørt í serliga stóran mun og ger tað ómøguligt at gjøgnumskoða kostnaðin av vallyftunum hjá teimum ymsu flokkunum.

Jørgen Niclasen greiddi frá, at búskaparvøksturin fer at gera av, hvussu nógv vallyftir kunnu gjøgnumførast, men einki verður beinleiðis upplýst, hvørji vallyftir skulu prioriterast í komandi valskeiði.

Nøkur av teimum kostnaðarmiklu vallyftunum eru á heilsu- og skúlaøkinum við t.d. fríum sjúkahúsvali hjá tí einstaka sjúklinginum og lestrarstuðul til allar miðnámsnæmingar.


Onga ynskisamanseting

Jørgen varð eisini spurdur, hvørjar flokkar hann helst vil samstarva við, men hann vildi ikki seta navn á sína ynskisamanseting.

Fólkaflokkurin hevur víst seg at vera ein sera fleksibul flokkur, sum kann samstarva við allar flokkar, og tí er torført at koma uttanum Fólkaflokkin, tá vit tosa um potentiellar samgongur eftir valið.

- Lykilin til eina komandi samgongu liggur í Fólkaflokkinum, lat í Poul Michelsen, sum stóð aftarlaga í hølinum uppi á Parnassinum á Hafnia, tá prátið fall inn á samgongumøguleikar eftir valið, og okkurt bendir á, at hann hevur rætt.