ARBEIÐSMARKNAÐUR
Minni enn eitt ár er síðani, at Sofus Clementsen setti seg í stjórastarvið á Postverki Føroya, hevur hann longu merkt, at tað ikki er nøkur løtt uppgáva at gera broytingar á hesum stóra almenna stovni, sum nú er gjørt til partafelag. Tað sama gjørdu stjórarnir áðrenn hann.
Nýggi stjórin setti sær fyri rættiliga skjótt at nýtímansgera stovnin, og hetta gerst eftir øllum at døma ikki, uttan at broyta sáttmálarnar hjá einum parti av starvsfólkunum, postboðunum, ið arbeiða eftir eini akkordskipan. Ein skipan, ið bæði postverksstjórin og starvsfólk aðrastaðni í fyritøkuni, halda vera ein forðan fyri menning á Postverkinum.
- Sáttmálin er so strammur, at tað er sera trupult at flyta postboð til annað arbeiði, har tørvur er á tí. Hetta er mest galdandi fyri tey størstu økini, sigur Sofus Clementsen.
- Nevndin í Postfelaginum tosar um vunnin rættindi, men vunnin rættindi nytta lítið, tá tey bert verða nýtt til at saga greinina av, ein sjálvur situr á, heldur postverksstjórin.
Postverkið hevur trý høvuðsøki. Tað fyrsta er brævaútbering og frímerkjasølu, sum í fjør gav eitt avlop upp á 18,2 mió. kr. Næsta er pakkar, peningaflutningur og útbering av reklamum, sum gav eitt hall upp á 20,5 mió. kr., meðan triðja økið er frakt og skundsendingar, sum góvu eitt avlop upp á 2,5 mió. kr. Sostatt gjørdist úrslitið bert 676.000 kr. í avlopi og munandi vánaligari enn í 2005, tá avlopið var 4.278.000 kr.
- Fleiri strategiskar avbjóðingar eru fyri framman. Tann fyrsta er gera útberingina smidligari, og tað næsta er at endurskoða posthústænasturnar. Her fara vit millum annað at lata okkum inspirera av tí, sum postverkini í grannalondunum hava gjørt, men tað krevur, at vit finna ein betri hátt at samstarva uppá, sigur Sofus Clementsen. Postverksstjórin leggur dent á, at hóast tað sum er farið fram í seinastuni, so er hann til eina og hvørja tíð til reiðar at hyggja frameftir og samstarva, tí tað er hetta, tørvur er á.