Tað skal ókeyps hjá fólki at fara í fjøllini. Tað heldur Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn.
Um vikuskifti fortaldi Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, fyri okkum, at hann fer at leggja uppskot fyri Løgtingið, har meginreglan er, at tað skal vera ókeypis hjá fólki at ganga í haganum. Samstundis skulu øll gjaldsportur takast niður, og eingin skal sleppa at krevja gjald frá fólki uttan at tey veita eina tænastu aftur fyri.
Men nú Løgtingið viðger ólavsøkurøðuna hjá Løgmanni, er tað týðiligt, at hetta er ein spurningur, sum løgtingslimir eru rættiliga ósamdir um.
Eitt nú sigur Brandur Sandoy, at hesum kann hann ikki taka undir við undir nøkrum umstøðum. Hann vísir á, at fólk hava frítt at ganga í haganum, men tey skulu halda seg til varðagøturnar.
Les meiri um tað her: Fær neyvan semju um at gera tað frítt at fara í hagan
Hinvegin sigur forkvinnan í Framsókn, at hon tekur fult undir við Helga Abrahamsen um at tað skal vera frítt hjá øllum at fara í fjøllini.
Eg vóni, at úrslitið av hesum verður, at tað verður frítt hjá øllum føroyingum at fara í fjøllini – og at hava útlendingar við sær um so skal vera, førdi hon fram.
Men hon leggur dent á, at sjálvandi skal tað bera til at seta ymsar avmarkingar í verk, har tað er neyðugt. Sostatt er hon eisini samd við Helga Abrahamsen, tá ið hann sigur, at tá ið bøndur eru og reka, ella fólk eru í haganum og skjóta haru, skal tað bera til at steingja hagarnar teir dagarnar.
Men Ruth Vang sigur, at tað veldst alt um, hvssu útgangsstøðið er. Hon heldur, at tað er stórur munur á at hava eitt útgangsstøðið, har øll hava rætt til at fara í hagan, og so at hava ta útgangsstøðið, at tað skal ikki vera loyvt at fara í hagan, uttan at fáa loyvi frá einum bónda til tað – ella fleiri bøndrum, er ætlanin at ganga ígjøgnum fleiri hagar.
Hon sigur, at hon hevur verið til eitt tiltak, har ein bóndi kom við tey við við reglunum í seyðabrævinum frá 1298 í hondini og kravdi sín rætt eftir tí.
Annars er lóggávan á økinum fleiri tíggjuára gamlar og er mest gjørd fyri at forða at fólk fóru í hagan at stjala seyð.
Skal hetta verða lógargrundarlagið, vit byggja á í dag, spurdi hon. Sjálv heldur hon, at tá ið lógargrundarlagið er so gamalt, má stundin vera komin til at endurskoða tað, sigur Ruth Vang.