Øll sleppa heim

Atlantic Airways hevur sett sær fyri, at hóast airbussurin ikki flýgur, skulu øll, sum hava keypt ferðaseðil, sleppa heim til jóla. Og tey, sum enn ikki hava ásett dagin, nær tey ætla til Føroya, skulu eisini sleppa heim.

Men øll kunnu ikki flúgva júst tann dagin, sum tey hava keypt sær ferðaseðil til, tí hini flogførini taka nógv færri fólk. Øll hava tó fingið pláss.

Atlantsflog heitir á fólk, sum hava ferðaseðil, og sum ikki hava fingið boð um, nær ferð teirra verður, um at fara á heimasíðuna at kanna bíleggingina.

Gjørt verður eisini vart við, at avmarkað pláss er til frakt umborð á flogførunum nú umframt við føri hjá ferðafólkunum, og inni í flogfarinum er eisini avmarkað pláss til handviðføri.