Øll spøl gjalda 15% í landskassan

Av vinningum av spølum, verður til landskassan, í staðin fyri vanligan inntøkuskatt, latið eitt gjald, sum er ein ávisur prosentpartur av vinninginum. Prosentparturin, sum latin verður, er ásettur bæði í burturlutingarlógini, sum alment ásetir gjald av vinningum av spølum til landskassan, og í serlóggávuni, sum regulerar økið annars.

Ólavur í Beiti


- Hetta er óheppið, tí tað ger, at ivi kann vera um, hvør lóg, ið nýtast skal, og tí, at hetta ger, at prosentparturin, ið latast skal landskassanum sum gjald av vinningum av spølum verður ymiskur, alt eftir hvør lóg regulerar økið annars.

- Tí verða ásetingarnar í verandi serlóggávu um gjald av vinningum til landskassan tiknar av soleiðis, at hereftir verða ásetingarnar um gjøld av vinningum av spølum í einari lóg, burturlutingarlógini, sum samstundis við hesum verður løgd fyri tingið.

- Í uppskotinum til nýggja burturlutingarlóg er skotið upp, at gjaldið til landskassan av vinningum av øllum spølum verður tað sama fyri øll spøl, 15%. Eftir verandi happadráttarlóg er gjaldið 10%, sigur Høgni Hoydal í viðmerkingunum til hetta uppskotið.


Eydnuspæl

Viðvíkjandi eydnuspæli verða skotnar upp nakrar tekniskt fyrsitingarligar broytingar, eisini sum fylgja av samstundis framlagda uppskotinum um nýggja burturlutingarlóg.

Freistin fyri at senda inn roknskap ella uppgerð verður broytt til 1 mánað, so samsvar er við reglurnar í uppskotinum til løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting v.m.

Umsiting og eftirlit við loyvum og avgjøldum verður flutt til Toll- og Skattstovu Føroya, so samsvar er við reglurnar í uppskotinum til løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting v. m.

Við hesum kann eitt ómaksgjald verða ásett fyri veiting av loyvi til eydnuspæl v.m., sum nøkulunda nøktar kostnaðin av umsitingini av loyvunum, stendur at lesa í viðmerkingunum til uppskotið um eydnuspæl.


Ítróttarvedding

Og viðvíkjandi ítróttarvedding, leggur Høgni Hoydal uppskot fram vegna landsstýrið, har landsstýrið eisini kann veita loyvi til skavispøl og onnur spøl.

Og við hesum uppskotum er so greitt, verða tey samtykt, at avgjaldið nú verður hækkað til 15% av øllum spølum.