Øll í tyrluni doyðu

Bjargingarlið í Peru hava funnið tyrluna, sum hvarv í Andesfjøllunum fyri trimum døgum síðani. 14 fólk vóru í tyrluni, og myndugleikarnir siga, at øll doyðu. Talan er um átta fólk úr Suðurkorea, trý úr Peru, ein svia, ein kekka og ein niðurlending.

Bjargingarliðini funnu tyrluna í 4.900 metra hædd stutt frá einum fjalli, sum eitur Mamarosa. Umstøðurnar at leita vóru sera ringar, tí tað kavaði rættiliga illa í erva.

Tyrlan, sum bleiv brúkt til at flúgva við ferðafólki, var á veg úr Maruco til Cusco, tá flogeftirlitið misti sambandið við hana.