Øll umsitingin arbeiðir við sjálvstýrismálum

Tað er ikki bert í hugaheiminum hjá Høgna Hoydal, at arbeitt verður við fullveldisætlanini. Øll umsitingin er tikin við í arbeiðið at útgreina sjálvstýrismálini. Verður fullveldisætlanin ikki samtykt, er arbeiðið ikki gjørt til fánýtis: ? Tað kann geva okkum møguleika at steðga á og umhugsa, hvørjir møguleikar vit hava og hvat vit vilja velja, sigur landsstýrismaðurin

Heitið fullveldi hevur fingið eina skeiva merking í føroyskum politikki, og tað heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður vera sera óheppið.

Heitið í sjálvum sær setir onga broyting í verk. Bert nakað haldgott verður gjørt, fyri at skapa ein karm um fullveldið, sum samgongan hevur sett sær fyri at fremja. Fyri Høgna Hoydal er bert ein gongd leið, og hann er til reiðar at fara út í æsir við ætlanini.

Grundlógaruppskotið, sum varð lagt fram í tinginum fyri jól, verður helst ikki avgreitt fyrr enn í februar.

Sambært uppskotinum um grundlógarnevnd, kann tingið velja eitt umboð fyri hvønn flokk í nevndina, og løgmaður velur ein lim, umframt at landsstýrismaðurin í lógarmálum velur fimm serfrøðingar í nevndina, sum tilsamans væntandi verður 13 limir.


Arbeiðið er byrjað

Fyribils eru búskaparnevndin og sáttmálanevndin stovnaðar. Her sita búskaparfrøðingar, løgfrøðingar og fólk, sum hava sáttmálaroyndir.

Í sáttmálanevndini eru 10 limir og sama tal í búskaparnevndini. Arbeiðssetningurin stingur út í kortið, hvat skal til fyri at føroyingar kunnu umsita øll málsøki, og hvussu nógv tað kostar.

Eftir hvat skilst á Høgna Hoydal, so er hann sannførdur um, at úrslitið sum nevndirnar koma til, fara at vísa, at einki er til hindurs fyri at Føroyar kunnu gerast sjálvstøðugar.

? Eg havi sett gongd á hesi mál, fyri at fáa svar upp á spurningar, sum altíð hava verið tengdir at fullveldismálinum: Hvørjar avleiðigarnar eru, og hvussu vit kunnu byggja eina føroyska skipan upp, eins og hvussu vit kunnu lívbjarga okkum við ongum blokstuðli - og ikki minst: at vit fara undir prosessina um hvørjar skyldur og rættindi føroyski borgarin skal hava mótvegis myndugleikunum.


Prosessin størsta týdning

? Grundlógin í sjálvum sær er ikki tað týdningarmesta, men tað er hinvegin prosessin og viðgerðin av rættartrygdini og tilfeinginum í landinum, sigur Høgni Hoydal.

Grundlógaruppskotið verður liðugt í ár, g síðani verður farið at kunna almenningin um innihaldið, síðani verður aðalorðaskifti í tinginum, har flokkarnir fáa møguleika at siga sína hugsan. Aðalorðaskiftið verður helst beint eftir ólavsøku í ár.

Úrslitið av hesum skal verða grundarlag undir sáttmálasamráðingunum við danir.


Høvi at umhugsa

? Arbeiðið at kanna føroyska samfelagið og gera niðurstøðu, er umfevnandi. Hvat hendir, um uppskotið ikki verður samtykt?

? Hóast grundlógaruppskotið skal taka støðu til fullveldisætlanina, so er tað ikki gjørt til fánýtis, um vit ikki fáa semju um tað. Vit kunnu taka støðu til úrslitið av kanningunum, og kunnu steðga á og umhugsa, hvørjir møguleikar eru, og hvat vit vilja velja, sigur Høgni Hoydal.

? Arbeiðið verður tó ongantíð gjørt til fánýtis, tí tað fer at útgreina, hvussu skjótt vit kunnu fáa sjálvstøðugan búskap, hvussu heilsuverkið, undirvísingarverk o.s.fr. skulu skipast, og skal stutt sagt tvinga føroyingin at hugsa í sjálvstýrishøpi, sigur Høgni Hoydal og leggur aftrat, hvussu løgið tað er at ósemja er um fullveldisætlanina, tí eingin veit í løtuni, um tað ber til.

? Eg eri sannførdur um, at tá uppskotið kemur til viðgerar, verður tað als ikki nøkur ómøgulig uppgáva at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land, sigur landsstýrismaðurin.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur vónir um at fullveldisætlanin nú verður álvara, og hann hevur øgiliga stóra orku at føra ætlanina út í lívið


Hann vónar eisini, at vit kunnu koma burtur frá núverandi støðuni, nú fullveldið bert verður hildið upp fyri fólki, sum annaðhvørt ræðumynd ella paradís.

? Tað hevur verið ført fram, at Tjóðveldisflokkurin í samgonguni letur alt um seg ganga, og bert hevur fullveldið sum málsøki?

? Tað er ikki rætt. Tjóðveldið førir politikk á øllum økjum. Eitt nú var okkara leiklutur í landsverkfrøðingsmálinum at fáa semju um, at tá slík mál verða sett í verk, skulu tey gerast soleiðis, at øll starvsfólkini á stovninum skulu takast við í ráðum.

? Tað fara eisini at verða gjørdar fleiri rationaliseringar frameftir, og tær skulu ikki gerast eftir einum leisti, sum byggir á »frá degi til dags» loysnir, sigur Høgni Hoydal.

Í hesum føri var tað landsverkfrøðingsstovnurin, men í næstum skulu lønarsamráðingar fara fram. Sama er galdandi um Landssjúkrahúsið ikki fær játtanina at røkka til o.s.fr..

Landsstýrismaðurin heldur, at óansæð hvat hendir í samfelagnum, so verður tað altíð sett í samband við fullveldisætlanina. Hon fær skyldina fyri so nógv.


Vistu um trupulleikar

? Ansar tú eftir ikki at ganga Fólkaflokkinum ov nær, tí vandi annars er fyri at løgmaður sigur tykkum úr samgonguni?

? Hasin spurningurin er reistur 1000 ferðir, og svarið er tað sama. Vit vistu longu tá samgongan varð skipað, at vóru trupul stórmál, sum vit skuldu semjast um. Eitt nú búskaparliga og vinnuliga býtið, og býtið millum tað almenna og privata kundu skapa trupulleikar í samgonguni.

? Ein loysn er at tosað opið um ósemjur sum stinga seg upp, og at skipa arbeiðið soleiðis, at landsstýrisfólkini noyðast at hava neyvt samstarv, fyri at finna semju í flokkunum. ? Landsverkfrøðingurin er dømi um, at tað ber til. Tí er skeivt at siga at Tjóðveldisflokkurin ikki luttekur í samstarvinum við Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Teir vóru júst eisini ónøgdir við, hvussu málið um landsverkfrøðingin var handfarið,sigur Høgni Hoydal.

Hann heldur hinvegin, at hetta málið ikki er størri enn so nógv onnur mál, ið samgongan arbeiðir við, men at alt verður sett í samband við fullveldisætlanina. Tað sigur Høgni Hoydal seg verða noyddan at liva við.

? Eg havi ógvuliga stóra orku og vónir um, at tað fer at ganga, sjálvt um tað eisini verður eitt øgiligt baks, sigur Høgni Hoydal, sum væntar at tíðarætlanin viðvíkjandi fullveldisætlanini fer at halda.

Tað merkir at almenna orðaskiftið verður aftaná 10. juni, tá hvítbókin er liðug. Harnæst verður aðalorðaskiftið í tinginum, og eftir hetta verður farið til Danmarkar at samráðast við donsku stjórnina - væntandi í hesum árinum.