VITJAN
Seinnapartin mánadagin kundi ein og hvør, sum hevði hug, koma umborð á nýggju Norrønu fyri at skoða verkið.
Mest umtala bygningsverkið í ár hevur kostað útvið áttahundrað milliónir, og tað vóru mong, sum vóru spent at síggja, hvat pengarnir vóru farnir til.
Norrøna verður av mongum føroyingum mett sum flaggskipi í føroyska flotanum, og nýggja stásiliga farið livir kanska enn betri upp til heitið nú enn nakrantíð.
Talan er um eina aðra verð i mun til gomlu Norrønu, og tað er heldur ikki so undarligt, tá havt verður í huga, at aldursmunurin er meira enn tretivu ár.
Fólk flest, sum vóru umborð mánadagin, hildu, at talan var um eitt stásiligt skip, ið var var stóru íløgan verd.
Nógv høvdu ymisk at peika á, men tað vóru nokk tey flestu, sum kundu hugsað sær at farið ein túr.
Nýggja Norrøna tekur 800 persónsbilar, og plássið við bryggju er bert til 250.
Smyril Line, løgreglan og onnur fingu mánadagin ein lítlan smaksprøva fyri, hvussu skilið kann fara at vera, tí parkerað varð allastaðni, har tað á nakran hátt var gjørligt við nógvu bilum, sum vóru komnir oman til atløguplássi hjá nýggju Norrønu við Eystaru bryggju.
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa talið á teimum vitjandi mánadagin, men talið var mestur nøkur túsund í alt.









