Nýggi biograffilmurin um the Simpsons fekk eina kanónbyrjan, tá hann varð frumsýndur um vikuskiftið. The Simpsons Movie spældi nærum 400 milliónir krónur inn longu fyrstu tveir dagarnar, og tað ger, at filmurin í løtuni er best umtókti bio-filmurin í USA. Enn er tó nakað upp til Spiderman 3, sum fyrsta vikuskiftið spældi ikki minni enn 806,7 mió krónur inn.