Øll yvir ein kamb

Ein myrkan novemberdag í 1957 fór Djóni Thomsen at klippa sær. Tá visti hann ikki, at hann samstundis var fyrsti føroyski kundin hjá tí 21 ára gamla dananum, Eigil Lyngsø.
Í morgun kl. 9 var 69 ára gamli Djóni enn einaferð og klipti sær hjá Lyngsø. Hesaferð verður hann kortini millum teir seinastu kundarnar hjá Lyngsø: Í næstu viku gevst hann nevniliga sum barberur!

- Nei, eg fari nokk ikki at ganga við langum hári, fyri tað um Lyngsø gevst at klippa. Onkur annar man duga at klippa eins væl og hann, sigur Djóni Thomsen.
Trúfast hava hann og mangir aðrir við honum havt sína føstu gongd í Salong Lyngsø undir Hotel Hafnia.
Nú hevur eigarin av bygninginum tørv á hesum hølinum eisini, og tí gevst hann við yrki sínum sum hárskeri sløk fimmti ár eftir at hann setti fót sín á føroyska jørð.
Seinasti kundin verður eftir ætlan kliptur sjálvan tollaksmessudag!
- Hetta hevur verið ein góð tíð. Fólk eru komin aftur og aftur, og tað má væl vera besta tekin um, at tey hava verið væl klipt, sigur tann nú 70 ára gamli, Eigil Lyngsø.

Byrjaði ein mánadag
Sjálvur minnist Djóni ikki tá hann, sum gott 20 ára gamal á fyrsti sinni fór at klippa sær hjá Eigili.
Men í morgun kundi Eigil upplýsa honum at hetta var 11. november í tí Harrans árinum 1957. Einki verður kortini sagt um, hvussu veðrið var, men hetta var í øllum førum ein mánadagur!
- Jú, hann var mín fyrsti kundi, tá eg arbeiddi í salongini undir Sjómansheiminum, leggur Eigil aftrat.
Fyri Djóna var hetta helst ein so mikið góð uppliving – og hann var so væl nøgdur við lokna arbeiðið - at hann hevur fylgt Eigili øll hesi sløk fimmti árini, eisini tá hesin byrjaði fyri seg sjálvan undir Hafnia í 1968.
- Eg trúgvi ikki at eg havi verið hjá nøkrum øðrum barberi síðani tá – um vit líka síggja burtur frá verdóttur míni.
- Men, - tað hevði helst verið nakað dýrt at fingið hana higar at klipt mær hvørja ferð, tað var neyðugt. Hon býr nevniliga í Grønlandi!, sigur hann við einum brosi.

Klippir sum ein ynskir
“Traditionen tro” var Djóni aftur og klipti sær hjá Eigili í morgun, nú bert 13 dagar eru til jólar. Kl. 9 hevði hann fingið tíð, og hann møtti stundisliga, eisini til heiður fyri tíðindatænastuna.
- Eg skal siga sum er. Mær hevur altíð dámt at komið her, frá fyrsta degi. Eigil hann klippir væl, og klippir altíð soleiðis sum eg vil hava tað, sigur Djóni.
Kostnaðarstøðið í landinum hevur eisini havt sína ávirkan á prísin fyri eini klipping. Í 1957 kostaði tað einans 3 kr. at klippa sær, meðan tú í dag rindar væl omanfyri 100 kr. fyri sama arbeiðið.
Fyri Djóna hevur hetta verið væl farin peningur. Tað hevur altíð verið bæði hugnaligt og gott at koma í salongina til eitt gott prát.
- Vit hava tosað um nógv ymisk viðurskifti. Ofta um veður og vind. Onkutíð eitt sindur um fótbólt, men annars hava vit ofta minst aftur á gamlar dagar.
- Fyrr hevði eg áhuga fyri fótbólti, men nú dámar mær væl at hyggja eftir skíðítrótti í sjónvarpinum. Tað kann ein eisini tosa við Eigil um, greiðir Djóni frá.
- Ja, brýtur Eigil hann av. - Bæði í 1957 og í 2006 eiga vit politikarar, sum vit hava okkara hugsan um. Teir kann ein so altíð skelda inn á, sigur hann við einum brosi.

Altíð í góðum lagi
69 ára gamli Djóni hevur siglt úti sum stýrimaður í mong ár, men gavst við hesum í 1997.
Tá hann var heima millum túrarnar, hevur hann havt fyri neyðini at klippa sær. Tá hevur hann altíð vitað, hvar hann skuldi fara fyri at fremja hesi ørindini.
Fyrr mátti tú møta í góðari tíð, og so bara sita og bíða eftir at tú átti tørn fyri klipping. Men tey seinnu nógvu árini hevur verið neyðugt at bíleggja sær tíð frammanundan.
- Tað hevur altíð verið pláss fyri mær. Eg havi bara ringt, og sum oftast eri eg sloppin framat beinanvegin, - í øllum førum sama dag!
Hóast Djóni hevur klipt sær hjá Eigili í samfull 49 ár, hevur hann lagt merki til – og glett seg um! - ein sera góðan eginleika hjá Eigili: Lagið.
- Eg veit ikki, hvussu tað ber til. Men Eigil er altíð altíð í góðum lagi. Eg trúgvi ikki at hann nakrantíð hevur verið í ringum lagi, meðan eg havi verið her.

Ergriligt at gevast
Djóni telist millum seinastu kundarnar hjá Eigili. Tað harmast hann um.
- Eg skilji á lagnum, at hann fer at gevast skjótt, - tja, eg veit ikki. Mær dámar tað lítið, skal eg siga tær, sigur Djóni.
Hann leggur dent á, at 70 ára gamli Eigil er í góðum árum, og tí kundi hann hildið á í mong ár aftrat.
- Hinvegin, - so ger aldurin væl tað, at vit øll einaferð mugu gevast!
- Ja, ja, brýtur Eigil hann av. – Eg taki bara ein dag í senn. Men tað er sjálvandi altíð ergriligt at gevast, tá hugurin er til at halda fram.
- Jamen, eg veit ráðini, svarar Djóni. Eg kann bara seta ein stól fram í kjallaran hjá mær. So kanst tú koma heim til mín at klippa!

Túsund høvd
Tann stóri spurningurin er, hvussu mong høvd ið Eigil hevur klipt hesi mongu árini.
Sjálvur hevur hann ongatíð roknað tað út, men hann veit at talan er um túsundtals og aftur túsundtals viðskiftafólk.
- Hvat sigur tú? Eini 10 í miðal um dagin?! Åhnei, 10? Mangt slíkt. Tað klári eg longu áðrenn fyrrapartskaffið, sigur Eigil við einum brosi.
Fyri Eigil hevur tað havt sín týdning, at menn sum Djóni og hundraðtals aðrir hava klipt sær regluliga hjá honum.
- At teir koma aftur og aftur má vera eitt tekin um, at teir eru væl nøgdir – ja, og væl kliptir!
- Helst skuldu teir komið inn í góðum lagi, og framvegis vera í góðum lagi, tá teir fara útaftur!

fyri seg

Høgur og lágur yvir ein kamb
At kunna tosa við bæði høgan og lágan, kendar og ókendar menn er ein eginleiki sum Eigil hevur.
Hjá honum hava sitið bæði løgmenn, tingmenn, stjórar, arbeiðsmenn, gøtusóparar, sjómenn og mong onnur.
Millum teir meiri kendu menninar, sum Eigil hevur gjørt hárið hjá, er danski skemtarin, Dirch Passer sum vitjaði her í mars mánaði 1978.
- Ja, typurnar eru so ymiskar. Summir tosa nógv, meðan aðrir tosa minni. Her skal ein vera hálvur psykologur, ein má hava gott minni, og vita, hvat ein skal siga, og ikki minst, nær ein skal siga tað.
- Ein má líkasum duga at lodda dýpið hjá hvørjum einstøkum kunda.
Fyrr máttu fólk koma inn, og seta seg at bíða til tað var teirra tørn. Men seinni var hetta broytt, soleiðis at fólk máttu biðja um tíð frammanundan.
Hetta var ein meiri praktisk loysn fyri Eigil, men hevði eisini aðrar broytingar við sær: Nú var kundin einsamallur inni saman við hárskeranum.
- Nú kemur ein líkasum tættari uppá fólkini. Fyrr var ofta meiri lætt tos, tí einir 10 mans sótu í sama høli og bíðaðu.
- Í dag er ein uppgáva at fáa fólk í gott lag. Ein má hugsa um hvønn einstakan kunda, og kunsturin er tí eisini at minnast til, hvat vit tosaðu um seinast, greiðir Eigil frá.
Her kunnu koma menn sum við gleði greiða frá, at nú er dótturin gift, at teir skjótt skulu gerast pápar ella abbar, meðan aðrir greiða kanska frá meiri tyngri persónligum viðurskiftum.
- At arbeiða sum barberur er ein balansugongd, har ein má kenna tann einstaka kundan.
- Ein má snøgt sagt duga at taka hensyn, sigur Eigil.


Ræðist sjóverk
At Eigil yvirhøvur kom til Føroyar í november mánaði 1957 var meiri at kalla av tilvild.
Hann var útlærdur hárskeri og hevði eitt sonevnt summararbeiði sum hárskeri í Danmark. Men hann ynskti sær eisini arbeiði um veturin.
Tá var ikki so lætt at útvega sær eitt arbeiði. Hann sá eina lýsing um eitt arbeiði í Føroyum, søkti og fekk arbeiðið. Og hann kundi byrja beinanvegin!
Í november mánaði legði hann so til havs við Dr. Alexandrinu til Føroyar. Hetta var ein ringur túrur, har nógv ferðafólk spýðu meginpartin av túrinum. Fram kom hann kortini, hóast túrurin ikki var serliga góður.
Eigil fór beinanvegin til arbeiðis henda novemberdagin í 1957. Fyrsti kundi hansara var Djóni Thomsen, sum síðani hevur verið fastur kundi her.
Ætlanin hjá Eigili var at fara til Danmarkar aftur at arbeiða í mai mánað árið eftir, men so varð ikki.
- Onkur hevur sagt seg vita orsøkina til, at eg framvegis eri her: Tey siga, at eg tori ikki niður til Danmarkar aftur, tí eg eri so ringur í sjóverki!
- Men eg havi havt tað gott her. Havi havt sløk 50 góð ár her í Føroyum, sigur Eigil.