Útbúgving
The University of Aberdeen
Í 1495 meðan Kolumbus ferðast víða um høv og opinberaði ta nýggju verðina, var Elpinstone biskopur, sum so mong onnur í Europa um hettar mundi, inspereraður av tí nýggju læruni hjá Kolumbusi. Hetta førdi við sær, at hann stovnaði Kings Collage, sum seinni varð fundamenti undir universitetinum í Aberdeen.
Universiteti í Aberdeen liggur í tí gamla býarpartinum og karmurin um universiteti eru nakrir gamlir bygningar, sum minna mest av øllum um nakrar gamlar kirkjur ella gomul slott. Men lat ikki tí gomlu, romantisku fasaduna lumpa nakran. Innanfyri múrarnar fjalir eitt modernað universitet seg við øllum nútímans hentleikum. Meira enn 1000 teldur til ókeypis nýtslu fyri tey lesandi, stór bókasøvn við yvir 1.505.000 bókum og meira enn 6.000 journalum og tíðarritum, fleiri granskingardeplar, yvir 150 ítrótta og sosialir felagsskapir, har lesandi kunnu hugna sær í frítíðini.
Universiteti útbjóðar eina ørgrynnu av lærugreinum. ?You name it? og tú skalt nokk finna lærugreinina, ið tú leitar eftir. Sum dømi kann nevnast: Løgfrøði, medisin, theologi, techonologi, management, business, ecologi, sálarfrøði, heimspeki, anthropologi, sosiologi og mangt annað.
À universitetinum gingu í 2001 10,788 næmingar. Av hesum tóku 9.091 eina undergraduate degree, ella sum vit á okkara leiðum kalla bachelor, og 1,697 tóku eina master degree.
LLM útbúgvingin
LLM útbúgvingin ella Master of Law, sum tað so rætt kallast, er ein av teimum mongu útbúgvingunum, sum møguleiki er fyri at lesa á universitetinum í Aberdeen. Universiteti hevur drúgvar og meira enn 500 ára gamlar royndir í at undirvísa og granska í løgfrøði. Lógardeildin er kend fyri sína vítt fevnandi gransking, og varð í 2000 nummar 5 á listanum hjá ?Reserch Assessment Exercise? yvir gransking og góðsku í Stóra Bretlandi.
Lógardeildin hevur sítt egna bókasavn, sum fevnir um keldur úr nærum øllum heiminum.
Á bókasavninum er eisini eitt ?European Documentation Centre?, ið gevur atgongd til løgfrøðiligar bókmentir innan EU. Umframt bøkur, journalir, reviews og lógarsavn, er eisini atgongd til teir kendu løgfrøðiligu alnet datábasurnar Lexis og WestLaw.
Á LLM útbúgvingini kanst tú velja millum sjey serlinjur. Hesar serlinjur eru: 1. LLM Commercial Law, 2. LLM Criminal Justice 3. LLM Criminal Justice and Human Rights 4. LLM European Law 5. LLM International Law 6. LLM International and European Law 7. LLM Property Law.
Fyri at fáa LLM prógvið skal tann lesandi standa fýra lærugreinir, har tríggjar skulu takast innan fyri valdu sergrein. Fyri at standa lærugreinirnar, skal tann lesandi lata inn og standa tvær assignments (uppgávur) fyri hvørja lærugrein. Harafturat er ein skrivlig próvtøka í hvørjari lærugrein. Tann lesandi skal eisini standa eina granskingar grein. At enda skal ein dissertation (høvuðsuppgáva) skrivast innan okkurt øki, ið tann lesandi sjálvur velur, men sum vegleiðarin skal góðkenna. Í alt tekur útbúgvingin 1 ár. Byrjast kann í september ella januar.
Dygd fyri pengarnar
Fyri ein borgara, sum ikki er limur í EU, er LLM útbúgvingin ikki lítið kostnaðarmikil. Føroyar eru sum kunnugt ikki limir í EU, og tí mugu føroyingar gjalda fult gjald ella tað, sum kallað verður ?overseas tuition?. Fyri LLM útbúgvingina er gjaldið 7.020 £, ið svarar til umleið 84.000 kr. Av hesum veitir Stuðulsstovnurin 60.000 kr. í stuðli.
Afturat lestrargjaldinum koma bøkur og annað tilfar, ið tann lesandi noyðist at ogna sær, og so sjálvandi eisini búðstaðar kostnaður og annað. Men miss ikki mótið - tað ber til at søkja um stuðul frá fleiri fondum. Og SU veitir stuðul til útbúgvingina - um tú also hevur nøkur klip eftir frá lestrartíðini í Danmark!!!
Tað, at útbúgvingin er kostnaðarmikil, er ivaleyst við til at geva tí lesandi dygd fyri pengarnar. Flokkarnir eru smáir, eini 5 til 12 næmingar í hvørjum flokki. Hetta viðførir eitt tætt samband millum professaran og tann einstaka næmingin. Næmingurin skal sjálvur taka aktivan lut í undirvísingini, tað verið seg við diskutionum ella, at næmingurin verður biðin um at greiða frá einum ávísum evni. Tað, at næmingarnir koma úr ymiskum londum við ymiskum rættarskipanum og lógum, ger, at orðaskiftinik ofta eru sera áhugaverd og gevandi. Um ein hevur hug og tíð, er eisini møguleiki fyri at ganga til stórfyrilestrar á universitetinum, har gestir, professarar og næmingar hava fyrilestrar um ymisk evni.
Afturat skal nevnast, at um tú hevur gjoldið ?overseas tuition? kanst tú taka øll tey málskeið í enskum, sum tú hevur hug og tíð til, uttan at gjalda eyka fyri hesa tænastu. Máldeildin á universitetinum hevur eitt stórt úrval av málskeiðum.
Nógv fólkasløg møtast.
Eitt tað mest áhugaverdara við at lesa á universitetinum á Aberdeen, aftaná løgfrøðina sjálvandi, er eftir mínari metan, øll tey ymsu fólkasløgini, ið har møtast. Í 2001 vóru 115 tjóðir umboðaðar á universitetinum. Í 2001 byrjaðu 80 LLM lesandi. Herav vóru bert fimm, ið komu úr Stóra Bretlandi. Restin kemur stórt sæð úr allari verðini. Hettar er við til at gera umhvørvið sera áhugavert og gevandi. Afturat tí fakligu vitanini, ið ein hevur møguleika fyri at ogna sær á universitetinum, fær ein tann mennandi møguleikan at læra onnur fólkasløg og aðrar mentanir at kenna. Av tí at øll eru í einum fremmandum landi er sera lætt at knýta nýggj vinarbond, og longu eftir stutta tíð vórðu tey knýtt líka frá Føroyum til Kina, til Ruslands, USA, Venuzuela, ja sjálvt til Kasakstan.
Sum dømi um ein langfaralesandi kann eg nevna Nataliya Drozdova. Hon kemur úr Russlandi, har hon hevur tikið lógfrøðisligt embætisprógv á Ivan Franko Lviv State Universitetinum í 1998. Eftir lokna útbúgving var vónleyst at fáa starv hjá henni í heimlandinum. Tí valdi hon at koma til Stóra Bretland fyri tveimum árum síðani. Um hetta mundið dugdi hon ikki at siga ein heilan setning á enskum; men sum tann arbeiðshesturin hon er, gekk hon til enskt undirvísing, meðan hon hevði trý ymisk arbeiði fyri at samla tey 7.020 £ saman, sum útbúgvingin kostar. Ì dag tosar og skrivar hon flótandi enskt og hevur góð útlit fyri at fáa starv eftir lokna útbúgving. Hennara ynski er at fáa starv hjá einum enskum oljufelag soleiðis, at hon fær møguleika fyri at vera verandi í Aberdeen. Heima í Russlandi eigur hon eina 3 ára gamla dóttir, ið hon ætlar at taka til Aberdeen, um hon fær arbeiði her. Good luck, Nataliya, ynski eg henni.
Hægri útbúgving í Danmark er ikki einasti møguleikin
Tá ein hevur lisið eina tíð í Aberdeen kemur tað einum til hugs, at tað er ikki ein sjálvsøgd sjálvfylgja, at stórt sæð allur hægri lesnaður hjá Føroyingum skal verða í Danmark.
Tað er eingin ivi um, at hægri lærustovnarnir í Danmark eru dygdar skúlar, ið eisini njóta altjóða viðurkenning. Men á ein ella annan hátt er tað sum um, at tá vit føroyingar hugsa um útlond, so strekkjur hugaheimurin seg ikki nógv longur enn til Danmarkar. Í so máta tykist tað sum um okkara sterku bond til Danmarkar eru eitt haft, meira enn ein fyrimunur.
Eg eri avgjørt samd við teimum, sum halda, at vit eiga at hyggja aðrar vegir enn til Danmark, tá vit senda okkara ungu avstað í lestrar ørinum.
Fyri eitt lítið land sum Føroyar skuldi tað verið ein fyrimunur, at ungdómur okkara fær fjølbroyttar útbúgvingar, ikki bert úr Danmark, men eisini aðrastaðni frá. Hetta vil verða við til at styrkja um altjóðagering okkara, ið er so týdningarmikil í tíðini vit liva í. Og Aberdeen liggur bert 1 tíma við flogfari úr Føroyum; og tí betur, so kann nú flúgvast til Skotland alt árið.