Hin 22. desember varð amerikanski verjumálaráðharrin, 70 ára gamli, Lloyd Austin, skurðviðgjørdur fyri prostatakrabba.
Sambært útlendskum miðlum, sum eitt nú NRK endurgevur, var talan um eina lutfalsliga lítla skurðviðgerð.
Eftir viðgerðina á Walter Reed hernaðarsjúkrahúsinum varð hann útskrivaður, men nýggjársdag varð hann aftur innlagdur.
Tá hevði verjumálaráðharrin fingið bruna í landrásina, sum stóðst av skurðviðgerðini undan jólum.
Sambært sjúkrahúsinum gongur nú framá hjá Lloyd Austin, men tað fer at taka sína tíð hjá honum at koma fyri seg aftur.
Tað var ikki fyrr enn týsdagin í hesi vikuni, at tey í Hvítu Húsunum fingu at vita um skurðviðgerðina og innleggingina nýggjársdag.
Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur kravt opinleika um sjúkraleguna hjá Lloyd Austin, men forsetin sigur, at verjumálaráðharrin verður sitandi.
##med2##