Marknaavtalan millum Føroyar og Bretland hevur longu fingið avleiðingar fyri virksemið á Oljumáladeildini. Hóast nógv hevur verið at tríva í, so hevur bíðitíðin kenst sum at vera í eini dvalastøðu. Nú er alt hetta broytt. Bráddliga er 1. útbjóðing í eygsjón og skulu tað gerast nógvar fyrireikingar. Í hesum sambandi eru fólk frá Oljumáladeildini og Jarðfrøðissavninum farin til Danmarkar og Onglands at vitja oljufeløg. Herálvur Joensen sigur, at teir við hesum vitjanum m.a. vilja kunna seg um áhugan hjá oljufeløgunum fyri teimum teimum økjunum, sum eru vorðin føroysk burturav, nú eftir at markið er komið uppá pláss. Hetta er alt ein liður í fyrireikingunum av tí fyrstu útbjóðingini, sum - gongst alt sum ætlað - verður løgd fyri tingið í heyst.
Herfyri vórðu umboð fyri Oljumáladeildina saman við sjálvum oljumálaráðharranum á vitjan hjá Shell í London, har tey vórðu kunnað um arbeiðið hjá Shell og samtakinum Shell er í á føroyskum øki. Í tí samtakinum er so eisini BP/Amoco. Vitjað varð á høvuðsskrivstovuni hjá Shell og vórðu føroysku umboðini eisini á vitjan umborð á FPSO-oljuskipinum ?Anasturia?. Tað eru skip av hesum slagnum, sum helst fara at taka ímóti oljuna, verður hon funnin og tikin upp úr føroysku undirgrundini.
Føroysku umboðini vórðu m.a. kunnað um arbeiðið hjá Shell vestan fyri Hetland og hvussu jarðfrøðin her sær út.
Tað eru annars meira enn fimm ár síðani, at útlendsk oljufeløg fóru undir kanningar sínar á Føroyaøkinum. Orsakað av marknaósemjuni við Bretland er 1. útbjóðingin vorðin nakað seinkað, men hvørki henda seinking ella lækkaðu oljuprísirnar hava stygt oljufeløgini burtur. Í dag eru umleið 25 oljufeløg áhugað í føroyska økinum. Hesi eru umleið 25 í tali og eru fyri tað mesta saman í bólkum. Hesir bólkar eru: BP/Amoco og Shell - Amerada Hess, Norsk Hydro, Lasmo, Dong og Atlants Kolvetni - Saga, Total og Anadarco - Texaco, Conoco, Murphey (Arco) - Phillips, Esso og ELF - Statoil, Mobil og Enterprise - Mærsk Olie og Gas og Veba Oil. Síðani eru fleiri feløg, sum enn ikki hava skipað seg í ávísar bólkar: British Gas, Agip og Marathon, Føroya Kolvetni og Dana.
Tað er greitt, at tað í løtuni eisini standa mong oljufeløg á síðulinjuni og fylgja gongdini. Sohvørt tað nærkast 1. útbjóðing fara helst eisini hesi feløg at taka støðu til, um tey skulu vera við í útbjóðingini. Hetta veldst sjálvandi eisini um treytirnar fyri at vera við.
Nógv feløg vitja
Tað at markið er komið uppá pláss (enn restar bert góðkenning frá breska parlamentinum) hevur eisini við sær, at nógv oljufeløg nú viltja henda vegin. Í næstum vitja Phillips, Esso og Elf Oljumáladeildina. Síðani koma tey bæði donsku feløgini Mærsk Contractors og Mærsk Broker á vitjan og seinni í hesum mánaðinum kemur ein stór sendinevnd frá Texaco, Conoco og Murphey.