Löfven klárar helst skerini

Tað verður ikki val í Svøríki á hesum sinni, eftir at Centerpartiet hevur slept kravinum um húsaleigu, heldur professari.

 Stefan Löfven, forsætisráðharri, tykist kunna halda fram sum stjórnarleiðari í Svøríki. - Foto: 10040 Anders Wiklund/Tt/Ritzau Scanpix

Tað kom óvart, men parlamentariska støðan í Svøríki kann nú enda nógv meira ódramatiskt, enn tað hevur sæð út til seinastu dagarnar, eftir at Stefan Löfven tapti eina eina misálitisatkvøðugreiðslu í svenska tjóðartinginum.

 

Tað sigur Drude Dahlerup, sum er professari emerita í statsvísindum við Stockholms Universitet.

 

Centerpartiet hevur í dag slept kravinum um at seta húsaleiguna fría, og tað kann nú vísa seg bæði at bjarga Stefan Löfven og floksins avtalu um stjórnarsamstarvið, heldur Drude Dahlerup.

 

Mest sannlíkt er nú, at Stefan Löfven verður sitandi sum forsætisráðharri í Svøríki.

 

Drude Dahlerup væntar, at stjórnin fer at halda fram við Javnaðarflokkinum og Umhvørvisflokkinum og við Miðflokkinum (Centerpartiet) sum stuðulsflokki – bara uttan Liberalarna, sum eru lopnir frá.

 

– Tað merkir, at Miðflokkurin fer at klára hetta við samráðing. Og eg kann ímynda mær, at tey hava tosað við Vinstraflokkin, sum kann fara við tí sigri, at tey fingu steðgað gran 44 (um at seta húsaleiguna fría, red.)

 

– Miðflokkurin vísir ivð hesum, at tey vilja halda fram við hesi samansetingini. Tað kom óvart, tí eg helt, at tey vildu hava nýval, tí tey høvdu nógv at vinna upp á tað, sigur hon.

 

Umframt Miðflokkin hevur eingin annar flokkur av álvara verið áhugaður í einum nývali, sigur professarin. Tað er millum annað tí, at tað verður val um eitt ár, og meinginakanningar vísa, at fólkið ikki vil hava val nú.

 

Meðamn einki er avgjørt, tykis Vinstraflokkurin at vera stóri vinnarin eftir stríðið.

 

Vinstraflokkurin og floksleiðarin, Nooshi Dadgostar, boðaðu frá, at flokkurin vildi hava burtur brotið um fría húsaleigu, og sambært Drude Dahlerup hevur flokkurin spart upp vreiði seinastu árini, har flokkurin hevur kenst seg uttan ávirkan, hóast tey hava stuðlað Löfven.

 

Nú er frí húsaleiga tikin av borðinum, og Vinstriflokkurin kann gleða seg til størri ávirkan, um Löfven heldur fram sum forsætisráðharri.

 

– Eg haldi, at Vinstriflokkurin er nøgdur við, at tey nú veruliga hava vunnið ein sigur. Flokkurin hevur spælt høgt spæl, tí vandin hjá teimum var, at kom ein konservativ stjórn stuðlað av Svøríkisdemokratunum, sigur Drude Dahlerup.

 

Stuðulsflokkurin higartil, Liberali flokkurin, boðað eftir misálitisatkvøðugreiðsluna mánadagin frá, at tey síggja samstarvið við Javnaðarflokkin at vera endað.

 

Í staðin vil tey satsa upp á eina borgarliga stjórn. Tann hugburðin hevur flokkurin enn, leggur ein talsmaður fyri flokkin dent á í dag eftir boðini frá Miðflokkinum.

 

/ritzau/

 

 

 

 

 

 Stefan Löfven, forsætisráðharri, tykist kunna halda fram sum stjórnarleiðari í Svøríki. - Foto: 10040 Anders Wiklund/Tt/Ritzau Scanpix