Í dag var fyrsta umfar í Small Nations 2013 kappingini í talvi. Telvað verður í Monaco, og í fyrsta umfarinum var Luksemburg mótstøðuliðið. Føroyar vunnu 3-1. Helgi Dam Ziska á fyrsta borði og Olaf Berg á fjórða borði vunnu, meðan John Arni Nilssen og John Rødgaard á ávikavíst øðrum og triðja borði telvaðu javnt. Umframt hesar fýra er Høgni Egilstoft Nielsen partur av føroyska liðnum í Monaco. Finnbjørn Vang, formaður í Talvsambandinum, er ferðaleiðari.
Sambært heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya so eru føroyingarnir væl nøgdir við fyrsta umfarið. Luksemburg vann kappingina, tá ið hon var í Føroyum, og tað er altíð serliga týdningarmikið at standa seg væl í fyrsta umfarinum, verður sagt.
Merkisvert er tað, at føroyska liðið hesa ferð er ógvuliga væl mannað. Fýra teir ovastu á styrkislistanum – Helgi, John Arni, John og Olaf – eru við. Miðal styrkistalið hjá føroyingunum er 2380. So høgt hevur tað ongantíð áður verið, og miðaltalið hjá føroyingunum er hægri enn hjá hinum luttakarunum.
Tíggju smátjóðir luttaka í kappingini. Øll liðini telva ímóti øllum. Tvey umfør vera mikudagin og fríggjadagin, og 9. umfar verður telvað sunnudagin.
Úrslitini í fyrsta umfari: Lichtinstein-Monaco ½-3 ½, Jersey-Cypros 0-4, Føroyar-Luksemburg 3-1, Andorra-Gurnsey 0-4 og Malta-San Marino 2 ½-1 ½.
Í morgin skulu Føroyar telva ímóti Cypros.