Hassj er framvegis nógv tað vanligasta rúsevnið í Føroyum.
Tað kann staðfestast, nú løgreglan hevur gjørt upp, hvussu nógv rúsevni, hald er lagt á í fjør.
Uppgerðin vísir, at í fjør varð hald lagt á 3,779,70 gramm av hassji og hetta er tað minsta, sum hald er lagt á síðani 2010, tá ið hald varð lagt á stívliga eitt kilo.
Men virksemið hjá narko-løgregluni í Føroyum vísir, at hassj er framvegis nógv vanligasta, ólógliga rúsevni í Føroyum, sigur Mikkjal Thomassen, narko-løgreglumaður. Samstundis er tað ikki stórvegis nøgdir av hørðum rúsevnum, sum hald verður lagt á.
Umframt hassji, varð hald eisini lagt á 0,5 gramm av amfetamini, 0,8 gramm av kokaini, fýra joints, 44,61 gramm av skunk og eina tablett av Ritalini.
Men í fjør varð hald eisini lagt á 86 plantur og tað svarar til 3,956 kilo av skunk. Hetta er munandi minni enn í 2013, tí tað árið varð hald varð lagt á 358 plantur.
Løgreglan hevur áður sagt, at tað er eitt lutfalsliga nýtt rák, at føroyingar eru farnir at dyrka síni egnu rúsevni, og fyrstu ferð, hald er lagt á plantur, var í 2010.
Hinvegin legði løgreglan hvørki hald á Marihuana, Speed ella MDMA í fjør. MDMA er tað sama sum ecstasy, bara í pulvurformi. Og hald varð heldur ikki lagt á ecstasy, heroin ella opiatur. Leggjast kann afturat, at hald varð heldur ikki lagt á soppar ella tað, tey nevna 6-APB.
Síðani 1988 er bara hald lagt á heroin tríggjar ferðir og tilsamans var talan um 1,69 gramm.
Men tað, at nøgdirnar ikki eru størri, sum hald varð lagt á í fjør, merkir ikki tað sama sum, at løgreglan hevur gjørt minni við rúsevnatrupulleikan.
Mikkjal Thomassen sigur, at at talið á málum um ólóglig rúsevni var rættiliga stórt, men at talan var yvirhøvur um um smáar nøgdir í hvørjum einstøkum máli.
Hann sigur, at løgreglan ger rættiliga nógv av at verða úti á gøtuni fyri at kanna fólk fyri rúsevni. Og í fjør vórðu eisini 10 bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsevnum, og tað er væl meiri enn vanligt.
Les eisini: Rúsevna-smuglarar taka nýggjar hættir í brúk
Hann leggur afturat, at løgreglan hevur fingið serliga útgerð, har tað ber til at máta á staðnum, um ein bilførari, ella onnur, eru ávirkað av rúsevnum, og tað er eitt stórt framstig í arbeiðnum hjá løgregluni ímóti rúsevnum.