Løgmaður á trygdarráðstevnu í Týsklandi

Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer í morgin til München, har hann skal luttaka á árligu altjóða trygdarráðstevnuni Munich Security Conference, ið verður í døgunum 13. - 15. februar.

Á ráðstevnuni skal løgmaður millum annað luttaka í pallborðsfundi um trygd í Arktis umframt at hann eisini skal hava fleiri politiskar fundir.

 

Ráðstevnan byrjaði í 1963, og hetta er triðju ferð, at umboð fyri Føroya landsstýri eru boðin at luttaka. 

 

Á ráðstevnuni luttaka stjórnarleiðarar, ráðharrar, serfrøðingar, granskarar og umboð fyri felagsskapir úr øllum heiminum til at viðgera spurningar um trygdar- og verjupolitikk.

 

”Heimurin er í stórari broyting. Heimsskipanin, ið byggir á altjóða lóg og samstarv, er um at fara fyri skeytið. Tí er tað týdningarmiklari enn nakrantíð, at vit møtast og tosa við okkara samsintu í NATO um trygdar- og verjumál. Hóast nógv er hent síðan somu ráðstevnu í fjør, er leikluturin hjá okkum í stóran mun tann sami – nevniliga at tryggja áhugamálini hjá Føroyum í Arktis og Norðuratlantshavi."

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður

 

Sí myndir niðanfyri frá somu trygdarráðstevnu í München í fjør, har løgmaður luttók í pallborðskjaki og hitti stjórnarleiðarar, ráðharrar og umboð fyri NATO.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##