Millum fýra ymisk tilboð valdi kommunan Formula

- Fíggjarnevnd býráðsins viðgjørdi fýra ymisk tilboð, sum kommunan hevði fingið, og út frá einari heildarmeting hevur býráðið tikið av tilboðnum frá Formula

Í november í 2025 bað Klaksvíkar kommuna um tilboð frá KT-veitarum.

 

Kommunan vísir á, at tilboðið skal tryggja gjøgnumskygnið á KT-hýsingartænastuøkinum í mun til dagligan tørv, nýtslu og kostnað.

 

- Umframt hetta, ynskti kommunan eisini, at umsitingin av hesum skuldi vera skynsom og ómakaleysa.

 

Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at fíggjarnevnd býráðsins viðgjørdi fýra ymisk tilboð, sum kommunan hevði fingið. 

 

- Út frá einari heildarmeting hevur býráðið tikið av tilboðnum frá Formula, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.