Løgmaður er farin á ST-aðalfund í New York

Løgmaður er í dag farin til New York, har hann skal luttaka á 77. aðalfundinum hjá ST. 

 

Týsdagin luttekur løgmaður, saman við flestu av heimsins leiðarum, til setanina av aðalorðaskiftinum í ST.

 

Umframt at luttaka í øðrum tiltøkum og fundum í samband við aðalfundinum er ætlanin eisini, at løgmaður skal vitja virkið hjá Bakkafrost í New Jersey.

 

Hetta er fyrsta ferðin, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, luttekur á ST-aðalfundi.