Løgmaður heiðrar Fróða og Lamhauge

Eftir upphitingina fer Fjepparafelagið Skansin at handa gávur, og løgmaður fer at heilsa upp á teir báðar, sum í dag siga farvæl

Tað fer ikki bara aftur við borðinum, at tveir at stórstuðlunum á landsliðnum í dag siga farvæl. Fróði Benjaminsen, sum orsaka av skaða ikki er førur fyri at vera á liðnum í dag, og Christian Lamhauge Holst verða fagnaðir undan dystarbyrjan, sigur Vigar Hvidbro, aðalskrivari í FSF.

Tá ið upphitingin verður liðug, fara umboð fyri fjepparafelagið Skansin at handa teimum báðum veteranunum gávur, og Aksel Vilhelmsson Johannesen, løgmaður, og Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, fara at handa teimum blomstur.

Tá ið alt verður liðugt á Tórsvølli í kvøld verður døgurði fyri landsliðnum á Hotel Føroyum, har spælarar og øll onnur, sum varða av landsliðnum, fara at takka fyri landsliðsárið, sum nú er liðugt.