Løgmaður og Aksel geva hvørjum øðrum jólagávu

Løgmaður og andstøðupolitikarin hittast í beinleiðis sending á Rás2 í morgin árini, týsmorgunin

Seinastu árini hevur Rás2 bjóðað løgmanni og andstøðuleiðaranum í Rásarúmið fyri jól at geva hvørjum øðrum jólagávur, og at práta um árið, sum fór.

 

Soleiðis verður eisini í ár. Í morgunsendingini týsmorgunin vitja løgmaður og Aksel V. Johannesen í rásarúminum, og fara teir at práta um jólini, um tað politiska árið, ið fór, og ikki minst, at geva hvørjum øðrum eina jólagávu.

 

Samstundis setur Rás2 fokus á tiltiknu jólaódnina í 1988, sum herjaði í hesum døgum fyri 25 árum síðani.

 

Í hesum sambandi vitjar millum annað Kári Sólstein, journalistur í rásarúminum, og fer hann at greiða frá sjónvarpssendingina Jólaódnin, sum verður frumsýnd hóskvøldið.

 

Prátið um jólaódnina verður ímillum 10 og 11 týsmorgunin, men løgmaður og Aksel V. Johannesen vitja í rásarúminum klokkan 11.