Løgmaður orkar ikki at síggja Havnina blóma

Kaj Leo Holm Johannesen er gliðin í hunanginum og heldur fram við herferðini ímóti Tórshavnar kommunu

- Herferðini hjá landsmyndugleikunum móti høvuðsstaðnum heldur fram.

 

Tað staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

 

Og hann spyr afturat um Havnin framvegis ongan vin eigur á løgtingi?

Hann spyr spurningin, nú løgmaður enn einaferð hevur nevnt møguleikan at gera eina kommunala útjavning, so at inntøkur frá kommunum við nógvum inntøkum, dryppa niður á kommunum við færri inntøkum.

 

Men løgmaður staðfestir samstundis, at tað vil borgarstjórin í Havn ikki hoyra talan um, og hann spyr, hví javnaðarhugsjónin ikki kann ráða í býráðnum í Havn.

 

- Hetta er ikki fyrstu ferð, løgmaður sigur sína hugsan um kommunala útjavning. Men hann ger sama mistak hvørja ferð, tí í hansara verð snýr útjavning seg um at finna útav, hvar Havnin lutfalsliga fær fleiri skattakrónur inn enn onnur, og so at javna munin um alt landið, sigur Heðin Mortensen.

 

- Tað merkir, at útjavning skal bert fremjast har, ið Havnin fær lutfalsliga meira skattakrónur burturúr ávísari vinnugrein, til dømis innan almenna fyrisiting. Men útjavningin rennur ongantíð hinvegin, hóast Havnin í ólukkumát vantar inntøku frá øðrum vinnugreinum, afturímóti øðrum økjum í landinum.

 

- Og so skal Havnin revast fyri at hava eina framúr góða fíggjarstýring ár um ár!

 

Heðin Mortensen vísur á, at leggja vit allar lønargjaldingar innan alt alment virksemi saman, er munurin ímillum økini í landinum sera lítil, tí allar hesar vinnugreinarnar standa fyri 43% av lønarsumminum í Suðurstreymoy.

 

- Øll hini økini liggja lægri – ímillum 33-38% - men munurin er nógv minni, enn nógvir politikkarar vilja geva fatan av.

 

- Til dømis stava 16% av inntøkunum í Suðurstreymoy frá heilsu og almannaverki, í Suðuroynni og í Norðoyggjum er samsvarandi talið 15 %, so her er at kalla eingi munur, og tí einki at útjavna. 

 

- Men samstundis verður mett, at umleið triðja hvør króna, sum vunnin verður í Havn, verður skattað aðrastaðni.

 

Heðin Mortensen sigur, at fólkini, sum hvønn dag koyra av bygd til Havnar at at arbeiða, er størsta útjavning, ið hugsast kann til gagns fyri aðrar kommunur.

 


Borgarstjórin í Havn sigur, at skal útjavning vera jøvn og rættvíst, má hon umfata annað, og meira, enn skattakrónur frá almennum størvum.

 

- Tak eitt nú inntøkurnar av fiskivinnu. Í Norðoyggjum stavar fjórðingurin av lønargjaldingunum frá fólksins ogn, fiskinum! Skulu tær skattakrónurnar ikki eisini útjavnast, tí í Suðurstreymoy koma bara 5% av lønarinntøkunum frá fiskiídnaði?

 

Les meiri her: Løgmaður er gliðin í hunanginum

 

- Nei, løgmaður tosar heldur um at javna allar inntøkur úr Havnini, samstundis sum mann vil niðurleggja hundraðtals arbeiðspláss í høvuðsstaðnum, sigur Heðin Mortensen.