Løgmaður skal svara um heildarætlan fyri fólkavøkstur

Annika Olsen vil hava løgmann at greiða frá, um ætlanir eru at gera nýggja heildarætlan um fólkavøkstur.

Tað ger hon í einum gren 52a fyrispurningi, sum hon hevur sett Aksel V. Johannesen, løgmanni.

Spurningarnir eru soljóðandi:

1.    Eru ætlanir um at gera eina nýggja heildarætlan um fólkavøkstur?

2.    Um ja, nær kann væntast, at hetta arbeiðið verður liðugt?

Í viðmerking til fyrispurningin vísir Annika Olsen á, at fólkavøkstur og búskaparvøkstur hanga neyvt saman, og tí er tað umráðandi, at vit sum samfelag áhaldandi tryggja, at hesin fólkavøkstur heldur áfram.

– Seinastu árini hevur stórur fólkavøkstur verið í Føroyum, men tað eru greið tekin um, at hesin fólkavøkstur ikki er eins stórur og undanfarin ár. Hetta sæst m.a. við fallandi burðaravlopinum. Burðaravlopið, sum er munurin millum fødd og deyð, er tað lægsta síðan 2004. Meðan burðaravlopið var 300 í 2004, er tað í løtuni 161, sigur Annika Olsen.

Hon sigur víðari, at somuleiðis eru tekin at síggja millum tey ungu, at tey í størri mun ynskja at fara av landinum at lesa. Í kanning, sum Glasir gjørdi í vár, vísti tað seg, at 60 % av teimum ungu ynskja at fara av landinum at lesa eftir lokna studentaútbúgvning. 

– Tá ein so stórur partur av okkara ungdómi ynskir at fara av landinum at lesa, er vandi fyri, at ein stórur partur ikki kemur heim aftur eftir loknan lesnað. Harumframat hava vit eitt skeiklað kynsbýti, har vit mangla yvir 2000 kvinnur í føroyska samfelagnum, sigur hon.

Í 2013 gjørdi tásitandi landsstýri eina heildarætlan, «Fólkafráflyting og fólkavøkstur». Endamálið var at gera átøk, sum kundu vera við til at gera Føroyar meira lokkandi at búgva í.

##med2##

 

– Í dag síggja vit tíverri nøkur av teimum somu teknunum, sum vit sóu í 2013, og tí ræður um at seta skjótt inn, soleiðis at átøk kunnu gerast til tess at bøta um støðuna í tøkum tíma. At tryggja framhaldandi fólkavøkstur hevur eisini týdning fyri fíggjarliga og búskaparliga haldførið hjá landinum, sigur Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi.