– So eru dekkini pumpað upp til 9 bar, ketan er smurd, eyka slanga til dekkini fingin til høldar, setrið stillað rætt í mun til beinlongd, ein plastik ringur tikin av róðurstammu so vindmótstøðan gerst minni, battarí á lykt aftan skift, lykt framman fult lødd.
Soleiðis skrivar løgmaður á Facebook í kvøld. Hann er ein av teimum føroyingunum, sum í summar skal súkkla saman við Team Rynkebýliðnum úr Keypmannahavn til París. Hann venur nógv og er javnan á síggja á gulari súkklu kring landið. Í morgin gongur leiðin so úr Havn til Viðareiðis.
– Setrið er stillað 100 prosent í neutrala sitistøðu, so nú er klárt at súkkla við Team Rynkeby til Viðareiðis í morgin um veðrið verður nøkurlunda. Síðani verður gist á Hotel Norð og so aftur til havnar fríggjamorgunin, skrivar løgmaður.