Løgmaður var ikki ógegnigur, tá ið hann tók fiskiloyvið frá garnaskipinum, Anitu. Tað er niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni.
Løgmaður varð klagaður, tí longu áðrenn avgerðin um fiskiloyvið hjá Anitu varð tikin, hevði hann boðað frá, at skipið fór at missa fiskiloyvið. Reiðarin hevði fingið ætlanina um at taka fiskiloyvið frá Anitu, til hoyringar, men áðrenn hann hevði svarað, segði løgmaður sagt alment, at Anita fór at missa loyvið og tí verður mett, at hann eisini skal vera ógegnigur at taka eina endaliga støðu.
Men Løgtingsins umboðsmaður er komin til ta niðurstøðu, at tað er ikki grundarlag at gera nakað við klaguna. - Hetta byggi eg á, at eg ikki meti, at løgmaður hevur verið ógegnigur at taka avgerð í hesum máli, sigur Løgtingsins Umboðsmaður. - Eg dugi ikki at síggja, at løgmaður hevur slík áhugamál, ella tilknýti til málið, at hann kann sigast at vera ógegnigur til at taka avgerð í málinum.
Hinvegin heldur Løgtingsins Umboðsmaður, at tað kann vera óheppið, at løgmaður hevur sagt sína hugsan, áðrenn málið var viðgjørt liðugt. Og Løgtings Umboðsmaður er samd í, at tað, løgmaður segði um málið, kundi geva fólki ta fatan, at avgerðin í veruleikanum var tikin, hóast hoyringsfreistin ikki var úti. - Men tað viðførir ikki, at løgmaður verður ógegnigur at taka avgerð í málinum, sigur Løgtingsins Umboðsmaður.
|