Løgmaður við bindi fyri eyguni

“Eg visti onki, tí alt er loyniligt, men vit eru í tryggum hondum,” segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, tá hann varð spurdur um eitt larmandi hernaðarflogfar, sum fleyg millum húsanna á Skálafjørðinum.

 

Løgmaður sigur bart út, at vit í Føroyum vita onki um hernaðarvirksemi og skulu heldur ikki vænta okkum nakað innlit, tí alt er so loyniligt. Men NATO veit, og danska verjan við sínum gomlu verjuskipum veit.

 

Bárður kundi tað sama sagt, at í trygdar- og verjumálum fungera vit júst sum ein blindur makkari í kortspæli. Vit leggja øll okkara kort á borðið og lata so hini spæla tey, sum tað hóvar teimum best.

 

Øll lond í heiminum leggja nógva orku í at hava eftirlit við loftrúmi, havøki og landaøki, so tey vita, hvat fer fram innan fyri og rundan um teirra mørk.

 

Vit hava eisini okkara egnu vaktar- og bjargingartænastu, sum dagliga fylgir við, hvat hendir á føroyskum sjóøki. Bæði fyri at verja okkum ímóti ólógligum virksemi og fyri at standa tilbúgvin, um onkur hevur brúk fyri hjálp.

 

Tá radaramálið kom upp, fingu vit eitt gylt høvi til at taka kortini upp í hondina og gerast ein árvakin viðleikari í trygdarmálum. Radarastøðina kunnu vit sjálv reka í samstarvi við tey sameindu, sum ynskja betri kunning um virksemið á føroyskum øki.

 

Samstundis eiga vit at taka yvir eftirlitið við loftrúminum í Føroyum. Tá fáa eisini vit eina fullfíggjaða mynd av øllum virksemi í føroyskum loftrúmi og havøki.

 

Vørn, Atlantsflog, Vága Floghavn og Føroya Tele og onnur við viðkomandi royndum eru væl útborin til at taka við avbjóðingini at skipa tílíkt eftirlit og tryggja samskiftið, sum skal fylgja við.

 

Fyri Føroyar og føroyingar er sjálvandi gull vert at fáa fult innlit í alt virksemið kring Føroyar, tí tá fáa vit nógv betur komið neyðstøddum til hjálpar ella vegleitt teimum, áðrenn ringar støður taka seg upp.

 

Sjálvsagt merkir hetta eisini, at okkara egni myndugleiki kann gera av, nær hann loyvir flogførum ella skipum at gera royndarvenjingar í Føroyum, og boða fólki frá, so fólk ikki kenna ampa á sær, tí ongin veit, hvat gongur fyri seg.

 

Tað er ikki framskygt at halda fyri eygu og oyru sum ómælandi kortmakkari, tá vit sjálv kunnu geva eitt týdningarmikið íkast til trygdar- og verjusamstarvið kring okkum.

 

Taka vit ábyrgdina á økinum, fáa vit størri innlit, vaksandi førleikar, inntøkugevandi størv á høgum stigi og veita eina strategiskt týðandi tænastu til felags trygdina í Norðurhøvum.

 

Tílík framtøk vil Tjóðveldi fremja, og at Føroya fólk vil taka avgerðirnar um føroyk hernaðarmál, vísti kanningin hjá Fróðskaparsetrinum um radaramálið fyrr í ár, tá heili 75 prosent vildu hava málið í løgtingið ella til fólkaatkvøðu.

 

Sambandsflokkurin? Hann heldur fyri eygu, oyru og munn, tí hann kennir seg tryggast við onki at vita og ongan spurning at seta um nakað.

 

 

 

Magni Arge, Tjóðveldi