Løgreglan gjørdi eina atsókn tann 16. apríl í Svenstrup við Korsør í málinum um eina burturflutta 13 ára gamla gentu. (Arkivfoto). - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Løgreglan brýtur tøgnina um burturfluttu 13 ára gomlu gentuna

Í fleiri dagar hava danskir miðlar skrivað um, hvussu málinum um burturfluttu 13 ára gomlu gentuna fyri góðari viku síðani og málið um Emiliu Meng

 

Løgreglan gjørdi eina atsókn tann 16. apríl í Svenstrup við Korsør í málinum um eina burturflutta 13 ára gamla gentu. (Arkivfoto). - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Løgreglan heldur tíðindafund klokkan 11 um kanningararbeiði í málinum ímóti tí 32 ára gamla manninum, sum er skuldsettur fyri at hava burturflutt ta 13 ára gomlu í Vestusælandi.

Tað sæst í tíðindaskrivi frá donsku løgregluni í morgun.

Gentan varð burturflutt, tá hon súkklaði við bløðum á blaðrutu síni í Kirkerup við Slagelse seinnapartin leygardagin 15. apríl.

Eftir stórt løgregluátak eydnaðist at finna gentuna aftur eftir meira enn 24 tímar nærindis Korsør.

Samstundis varð ein 32 ára gamal maður handtikin og skuldsettur. Hann varð mánadagin 17. apríl varðhaldsfongslaður í Rættinum í Næstved.

Maðurin er skuldsettur lutvíst fyri frælsistøku og fyri at hava neyðtikið barnið. Hann játtaði seg partvís sekan, er komið fram.

Seinastu dagarnar hava fleiri miðlar víst á líkheitir og mundir í hesum málinum og samanborið við málið um Emiliu Meng, ið sum 17 ára gomul varð burturflutt í juli í 2016 í Korsør.

Líkið av gentuni varð funnið nakrar mánaðir seinni í einum vatni við Regnemark nærindis Borup á Miðsælandi.

Men Sydsjællands og Lolland-Falsters Politi hava ikki viljað svarað spruningum frá journalistum um hesi viðurskfiti.

Men longu stutt eftir handtkuna legði løgreglan dent á, at tey í sambandi við kanningararbeiði eisini kanna óuppklárað mál.

Millum annað hevur B.T. avdúkað, at løgreglan júst hevur lagt halda á ein Hyundai, sum tann 32 ára gamli áður hevur átt.

Bilurin varð funnin í Slovakia, hagar hann varð útfluttur.

Jústin ein Hyundai var partur av kanningararbeiðinum í Emilu Meng-málinum.

/ritzau/

 

 

Løgreglan gjørdi eina atsókn tann 16. apríl í Svenstrup við Korsør í málinum um eina burturflutta 13 ára gamla gentu. (Arkivfoto). - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix