Løgreglan fann ikki mann sum sigldi á land í Vágum

- Tá vit komu á staðið, var báturin komin til lands, og maðurin farin av bryggjuni. Vit ætlaðu at hitta mannin, men tað eydnaðist so ikki í hesum umfari, sigur løgreglan.

 

Í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bátur hevði siglt á land nærindis Trøllkonufingri á vágalandinum.

 

- Báturin slapp sjálvur av aftur og sigldi til lands við egnari hjálp. Vit fóru vestur, men tá vit komu á staðið, var báturin komin til lands, og maðurin var farin úr bátinum.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at bilurin hjá manninum framvegis stóð á bryggjuni, og onkur visti at siga, at hann var farin í annan bil.

 

- Vit gjørdu eina roynd at finna mannin, men tað eydnaðist ikki í hesum umfari.

 

Løgreglan visti at siga, at fráboðanin um, at báturin hevði silgt á land, kom klokkan 18.28, og longu klokkan 18.44 fingu tey at vita, at bátúrin var komin til lands.

 

- Tá vit komu á staðið eina løtu seinni, var motorurin sløktur, og maðurin farin av bryggjuni. Vit ætlaðu at hitta mannin, men tað eydnaðist so ikki í hesum umfari.

 

Vaktleiðarin segði, at tey fara at seta seg í samband við mannin fyri at fregnast um hendingina.

 

- Vit fara eisini at spyrja, hví hann ikki boðaði frá hendingini, sigur løgreglan, sum tók myndir av bátinum, áðrenn tey fóru heimaftur úr Vágum í gjárkvøldið.